Lækni gloymdi líkið í níggju dagar

Eftir at ein lækni úr Eysturríki hevði staðfest, at ein 76-ára gomul kona var deyð í íbúð sínari í Wien, gloymdi hann at koyra líkið á sjúkrahúsið Mistakið var, at læknin hevði gloymt at siga bjargingarfólkunum frá, sum skuldu koyra líkið á sjúkrahúsið.

 

Tá ið grannarnir hjá deyðu konuni fóru at kæra seg um, at tað luktaði illa í gongini, varð funnið fram til deyðu konuna.

 

Ein talsmaður fyri disinfektiónsdeildina á sjúkrahúsinum í Wien sigur um hetta: ?Tað var avgjørt ein misskiljing. Læknin helt, at bjargingarfólkini tóku sær av tí, meðan hesi hildu, at læknin tók sær av tí ? sum hann vanliga eisini eigur at gera.?