Lækni settur í fast starv á Tvøroyri

Hann byrjar í starvinum tann fyrsta apríl

Nú er kommunulækni aftur í føstum starvi á Tvøroyri. Heilsutrygd hevur nevniiga sett danan, Knud Rasmussen í starv sum kommunulækna á Tvøroyri og hann tekur við starvinum 1.apríl. Tað skrivar Heilsutrygd.

Knud Rasmussen er royndur lækni, tí hann tók prógv í læknafrøði í 1983 á lærda háskúlanum í Århus, og í 1989 varð hann eisini útbúgvin kommunulækni. Hann hevur verið lækni á sjúkrahúsinum í Viborg og hann hevur verið tyrlulækni í fleiri altjóða ørindum, umframt at hann hevur verið vaktlækni í Jyllandi. Og síðani 2013 hevur hann eisini verið avloysari ymsa staðni í Føroyum og í hesum sambandi hevur hann eisini verið avloysari á Tvøroyri nakrar ferðir hesi seinastu tvey árini.

Fýra kommunulækastørv eru í Suðuroy, men tað hevur gingið illa at manna tey, og tá ið Signar Dam, kommunulækni á Tvøroyri, fór úr starvið tann fyrsta mars, var eingin lækni í føstum starvi í Suðuroy. Men er so tað eina starvið sett aftur.