Klassing
Fríggjadagin fer Lómur hjá Skipafelag Føroya til letlendska høvuðsstaðin, Riga, har skipið veðrur klassað. Tá ið Lómur kemur aftur um einar tveir mánaðir ella so, fer Blikur sama veg. Báðir skulu til 25-ára klassing, og nógv skal gerast við skipini.
Tórheðin Jensen, talsmaður hjá Skipafelag Føroya, sigur, at tilboðini hjá letlendsku skipasmiðjuni eru helvtina bíligari enn tað, sum sama arbeiði kann gerast fyri í Føroyum.
- Føroysku skipasmiðjurnar standa seg ikki í kappingini um stálarbeiði, tí lønarlagið í Føroyum er nógv hægri enn eitt nú í Letlandi.
Hann sigur, at bæði skipini skulu sandblásast øll, sum tey eru, og tá ið tey koma aftur, verða báðir skrokkarnir sum nýggir.
Meðan Lómur og Blikur eru í Letlandi, fer norska skipið, Green Ice at sigla fyri
Skipafelag Føroya.
Stórarbeiði
Niðasta dekkið á báðum skipunum, tanktoppurin, sum tað verður rópt, verður allur skiftur. Hetta er dekkið omaná tangunum, og sjálvir tangarnir verða eisini sandblástir.
- Tíðin, hvørt skipið verður í Riga, er sett til 35 álmanakkadagar, men vit vænta, at klassingin fer at taka einar tveir mánaðir.
Eini 70 tons av stáli skulu skiftast út, bæði á Lómi og Bliki, og hetta er serliga tann parturin, sum er omaná tangunum.
Sum skilst, verða maskinurnar ikki yvirhálaðar í hesum umfari, tí tað letur seg ikki gera at taka maskinurnar sundur, meðan sandblást verður.
Góð ummæli
Tórheðin Jensen sigur, at Skipafelagið veit um onnur føroysk skip, sum hava verið til klassingar og sandblásingar í Riga, og skipasmiðjan hevur góð ummæli.
- Tí hava vit valt at klassa bæði skipini í letlendska høvuðsstaðnum, sigur hann.
Green Ice, sum Skipafelagið fer at chartrað, meðan Lómur og Blikur eru til klassingar, hevur verið chartraður av felagnum áður.
- Vit halda, at hetta er eitt vælegnað avloysaraskip, sigur talsmaðurin hjá Skipafelag Føroya at enda.