Hilmar Simonsen
-----------
Fyrst í hesum árinum kunngjørdi Faroe Ship í tíðindaskrivi, at felagið hevði fingið tvey nýggj bingjuskip inn fyri gomlu Lómur og Blikur, sum høvdu røkt farmaleiðina millum Føroyar og umheimin í mong harrans ár.
Nýggju skipini vórðu uppkallað eftir teimum gomlu, men meðan gomlu Lómur og Blikur høvdu verið skrásettir í FAS (føroyska altjóða skipaskráin), so gjørdist skjótt greitt, at tey nýggju vóru skrásett á Kypros.
FAS umfatar bert norðurlendingar
Vit hava spurt Jóhannu á Bergi, stjóra í Faroe Ship, hví Eimskip, sum er móðurfelag hjá Faroe Ship, hevur valt at skráseta Blik og Lóm í eini aðrari skrá enn FAS – í hesum føri á Kypros.
- Tað er soleiðis, at Blikur og Lómur eru langtíðarleigað (time-chartered) við manning sum hoyra til skipini og sum hava heimstað uttan fyri Norðurlond. Tí hevði tað ikki verið fyrimunur í hesum føri fyri reiðaríið, um Blikur og Lómur vóru skrásettir í FAS, tí hýruafturbering fæst bert fyri manning úr Norðanlondum vísir Jóhanna á Bergi á.
Hesin háttur at leiga skip upp á víkir sostatt frá einum øðrum hátti, “bareboat chartring”, har talan er um leigu av skipi uttan manning.
- Tá móðurfelagið (Eimskip, blaðm.) langtíðarleigar Lóm og Blik við manning, so eru tað tey ið gera av, hvar skipini verða skrásett, vísir Jóhanna á Bergi á.
Hon vil ikki afturvísa, at skipini høvdu verið skrásett í FAS, um tað var Faroe Ship sjálvt, ið átti skipini eins og í “gomlum døgum”.
Ein altjóðagjørd vinna
Jóhanna á Bergi leggur áherðslu á, at shipping vinnan er ein av teimum mest altjóðagjørdu vinnum ið finnast, og hon ivast onga løtu í, at FAS skipanin kann gerast betur, tað vil siga meiri lokkandi fyri altjóða reiðarí.
- FAS skipanin skal verða góð fyri manning og reiðarí fyri at verða kappingarfør við aðrar skipanir. Tað er einki at ivast í, at reiðarí og manning fara hagar, tað loysir seg best, og tí átti skipanin at verið tillagað soleiðis, at hon er áhugaverd fyri báðar partar. Ein loysn er at hækka afturberingina til reiðaríini og harvið geva teimun betri treytir at kappast um bestu arbeiðsmegina. Hetta vil millum annað siga, at tey kunna bjóða góða løn, greiðir Jóhanna á Bergi frá.
Hon leggur ikki fingrarnar ímillum og sigur, at samfelagið ger skilagott, um tað leggur seg eftir eini sera avmarkaðari inntøku beinleiðis frá reiðaríunum gjøgnum skatting og beinleiðis brúkaragjøldum. Hinvegin er tað umsitingin og serkunnleikin, sum kemur at smitta positivt av upp á samfelagið, og verður við til at leggja lunnar undir nýggjar møguleikar og harvið framburð fyri samfelagið.
Jóhanna á Bergi heldur fram:
- Fyrsti arbeiðssetningur eigur at verða at gera tað lokkandi fyri reiðarí at skráseta seg í FAS og geva teimum góðar karmar og fyritreitir at virka undir. Tað sum Føroyar fáa beinleiðis fyrimunir av verður hitt avleidda virksemið, tað merkir, at Føroyar fáa ment seg sum shippingtjóð og førleikament tænastur til hesa vinnu, sigur hon.
- Í stuttum kann sigast, at eitt og hvørt reiðarí fer hagar, tað sær flest fyrimunir fyri seg og manning og at ein ment Føroysk Altjóða Skipaskráseting gevur inntøkumøguleikar til alt samfelagið beinleiðis og óbeinleiðis umfram møguleikar at ognar sær vitan. staðfestir Jóhanna á Bergi at enda.
------
Stutt um Eimskip
• Umsetningur: uml. 11 mia. krónur (2007)
• Starvsfólk: uml. 15000
• Uml. 300 skrivstovur í 31 londum
• Uml. 40 skip
• Uml. 30000 teus – bingju eindir
• Uml. 200 frystigoymslur
• Uml. 2000 bilar og vognar
------
Stutt um Faroe Ship
• Umsetningur: 300 mió. krónur (2007)
• Starvsfólk: uml. 170
• 5 pakkhús (í Tórshavn, Klaksvík, Runavík, Søldarfirði, og Tvøroyri)
• 30 akfør
• 6 skip sum sigla regluliga til/úr Føroyum