Fullfíggjað krøv til nýggja lønarskipan fekk Lønardeildin frá Starvsmannafelagnum 15. februar í ár. Tá vóru minni enn tvær vikur til sáttmálin gekk út. Núverandi sáttmálin fyrisetur, at samráðingar um nýggjan sáttmála byrja innan ein mánað eftir, at krøvini hjá mótpartinum eru framsett. Lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum hevði 10 dagar seinni (25. februar) gjørt tær neyðugu útrokningarnar og fyrireikað til samráðingarnar. Dagin eftir - 26. februar - kom Starvsmannafelagið við nýggjum ynskjum til lønarskala, og longu tveir dagar seinni løgdu vit okkara útrokningar við støði í nýggju ynskjunum á borðið.
Lønardeildin noyðist við hesum at vísa aftur ákærum um seinføri.
Tá Starvsmannafelagið í Sosialinum 10. mars vil vera við, at Lønardeildin longu í september síðsta ár fekk krøvini til nýggjan sáttmála frá Starvsmannafelagnum, er hettar nevniliga bara ein partur av sannleikanum. Rætt er, at nøkur hissini krøv eru komin rekandi til okkara síðan heystið 1998, men hesi krøv hava mest verið átøk einum ynskiseðli uttan útgreinað sáttmálakrøv. Ikki fyrr enn 15. februar fingu vit Starvsmannafelagsins boð uppá, hvar starvsfólkini skulu vera plaserað í mun til teirra egna uppskot um nýggja lønarskipan. Og eftirsum júst hesin spurningur er avgerandi fortreytin fyri tær konsekvensútrokningar vit skulu gera undan samráðingunum, kundu vit sjálvsagt ikki koma við okkara útspæli, fyrr enn hetta málið var útgreinað.
Av tí at vit meta, at tíðindaflutningurin um hetta mál hevur verið merktur av skeivleikum, hava vit tikið tað óvanliga stigið at leggja øll skjøl í málinum frítt fram til fjølmiðlarnar. Vónandi hjálpir tað til at fáa eina rættari mynd av gongdini.
Fíggjarmálastýrið, lønardeildin
Thomas Magnussen