Lønarhækkingin fer at trýsta fiskaprísin niður

? At lønirnar á landi eru hækkaðar, fer at vísa seg aftur ígjøgnum alla skipanina og tað er onki at ivast í, at tað fer at síggjast aftur í lækkandi fiskaprísum

 

Fiskaprísir


Tað, at arbeiðsfólkið á landi nú fer at fáa meiri í løn, fer uttan iva at føra við sær, at avreiðingarprísurin á fiski, verður trýstur niðureftir.

Tað halda bæði teir, sum selja fisk og teir, sum keypa fisk.

Teir siga, at hækka lønirnar á landi, kann rokningin bara fara tveir vegir. Antin má prísurin á marknaðinum upp, ella má prísurin á ráfiski niður.

?Prísin á marknaðinum hava vit lítla og onga ávirkan á, sigur Abraham Løkin, formaður í ráfiskaseljarafelagnum.

? So har fáa vit onki gjørt, leggur hann afturat.

Hann sigur, so er ongastaðni at fara við rokninini fyri lønarhækkingina enn í hin endan á skipanini, tvs, til teir, sum fiska.

? Tað er onki at ivast í, at rokningin fyri lønarhækkingina fer at planta seg ígjøgnum alla skipanina og at enda hjá okkum, sum selja fiskin.

Hann sigur, at virkini verða rikin so væl sum yvirhøvur gjørligt. Tað hevur tann harða kappingin um rávøruna tvingað virkisleiðslurnar til, so tað ber neyvan til at vinna peningin innaftur við effektiviseringin.

Tí ivast hann ikki í, at lønarhækkingin fer at trýsta avreiðingarprísin niður.

Hann sigur, at hann hevur longu fingið at vita frá ráfiskakeyparum, at skulu virkini á landi betala meiri í løn, má avreiðingarprísurin niður.

?Tað var fyrsta reaktiónin frá ráfiskakeyparunum til okkum, sum selja.

Hann sigur, at lønarhækkingin fer eisini at føra við sær, at tað verður dýrari at virka fisk í Føroyum og tískil fer kappingarførið hjá føroyskum virkjum at bjóða uppá fiskin, at versna.

?Hetta fer so aftur at føra við sær, at føra við sær, at útlendskir keypari fara at standa sterkari í kappingini um føroyska fiskin og hava størri møguleika at bjóða hægri prís, enn føroyskir keyparar fáa bjóða.

Hann sigur, at eins og tað er marknaðurin sum avgerð útflutningsvirðið, er tað tíbetur eisini marknaðurin, sum avgerð avreiðingarvirði og fæst ikki tann rætti prísurin í Føroyum, ber til at fara uttanlands.

Í løtuni eru reglarnar, at minst ein triðingur av fiskinum, sum eitt skip avreiðir, skal seljast um góðkenda uppboðssølu í Føroyum.

Allur fiskur, sum skal sendast av landinum, skal eisini seljast á uppboðssølu.

Men tað er ikki ókent, at teir, sum senda fisk av landinum, bjóða hann út á uppboðssølu, men keypa hann sjálvur.

Og tað hevur fingið summar at kalla uppboðssøluna fyri fuppboðssøluna.


Leggur allar undir trýst

Formaðurin í ráfiskakeyparafelagnum, Páll Gregersen er ikki heilt so avgjørdur.

Hann sigur, at tað er eitt satt undur, so nógv, sum føroysk fiskavirki hava ment seg seinastu sjey, átta árini.

? Nú eru vit komin hartil, at, hvat effektiviteti viðvíkur, eru føroysk virki á sera høgum støði og vit standa okkum sera væl í kappingini um ráfiskin. Fiskaprísirnir í Føroyum er teir hægstu í heiminum.

?Nú lønin fær upp, verður neyðugt at vit spíla okkum enn meiri út á øllum økjum.

Páll Gregersen sigur, at lønarhækkingin fer at leggja alla skipanina undir trýst. Allir teir, sum vit samskifta við, koma undir trýst. Og har er ráfiskaprísurin ein partur, tí nú fáa virkini ikki heilt so nógvan pening at keypa fisk fyri, sum tey hava havt. Tí er vandi fyri, at avreiðingarprísurin fer eitt sindur niður.

? Men virkini mugu eisini effektivisera meiri, umframt at vit mugu royna at vinda enn meiri burturúr marknaðinum og eitt nú eisini hugsa um prísin á pakkitilfari.

Hann sær tó ikki svart uppá tað.

Hann heldur, serliga, at hetta fer at merkjast týðiligast í teimum bíligari fiskasløgunum.

? Eg veit ikki, um hetta verður øðrvísi enn ein broyting í gjaldoyranum. Gjaldoyrað fer upp og niður og tað mugu vit arbeiða eftir. Tá ið tað gongur skeiva vegin, plantar tað seg ígjøgnum skipanina, men tá ið ein tíð er fráliðin, javnar alt seg út og so hugsar ongin meiri um tað, heldur Páll Gregersen.

Annars vísir hann á, at teir dagarnir, sum eru farnir higartil, hava ikki bent á, at prísirnir fara at lækka.

Hann sigur, at í verkfallinum varð toskur 3, avreiddur fyri 15-16 krónur fyri kilo. Men fyrra partin í hesi vikuni, reyk hann tríggjar krónur upp, upp, tí nú hevur hann kostað yvir 19 krónur kilo.