Klippfisk fer í summar at undirvísa fólkaskúlanæmingum í at framleiða filmar.
Summarskúli verður í summar hildin í Nólsoy fyri teimum elstu í fólkaskúlunum.
Klippfisk stendur á odda fyri einum nýggjum tiltaki - einum summarskúla, har ung fara at gera film. Tiltakið verður fyriskipað av Klippfisk og Blanka, eitt lítið danskt
miðlafelag undir stovnan, átt og rikið av Mariu Winther Olsen.
Fyrireikararnir siga, at endamálið er at hækka støðið á filmsger í Føroyum, og at byrjað verður við teimum elstu flokkunum í fólkaskúlanum.
Maria Winther Olsen og samstarvsfelagið hennara, fotografurin Justin Niklas Jones, verða undirvísarar á skeiðinum, saman við Antoni Petersen frá Klippfisk og einum ella tveimum fólkum afturat við førleikum innan dramaturgi, leikstjórn og ljóðarbeiði
Tiltakið verður frá 12. ? 18. Juli, og er tað pláss fyri 12 ungum í aldrinum 13 til 17 ár.
Summarskúlin verður hildin í Nólsoy, og kostar tað 2000 krónur fyri hvønn at luttaka.
Meira kann lesast um hetta tiltakið á www.klippfisk.fo