Lær at spæla bridge

Bridge - ella kontrakt bridge, sum vit eisini ofta kalla tað - var uppfunnið í 1920 unum í USA, og gjørdist skjótt eitt sera vælumtókt kortspæl kring allan heimin. Í mun til onnur kortspøl er bridge á okkara døgum sera væl fyriskipað. Spælið verður íðkað bæði í smáum feløgum alla staðni í heiminum, eins og skipað verður fyri størri kappingum sum t. d. heimsmeistaraskapi og OL.

Eisini í Føroyum er bridgespælið vorðið væl umtókt. Tað var og er framvegis nógv spælt umborð á føroyskum fiskiskipum, og eisini verður spælt dúgliga um vetrarnar í teimum 9 feløgunum, sum eru í Føroyum í dag. Føroya Bridgesamband skipar á hvørjum ári fyri føroyameistarakappingum av ymsum slag.


Eitt sindur

um sjálvt spælið

Fyri at manna eitt bridgeborð skulu 4 spælarar til - eins og í t. d. sjavs, amerikano og whist. Á mangan hátt minnir bridge um hesi spølini, men er eitt sindur meir útviklað við t.d. meldingunum. Tey eru nógv sum halda, at bridge er so torført at spæla og setast tí aftur, sjálvt um tey kanska hava hug at læra spælið. Hetta er ikki heilt rætt. Við teimum miðlum, ið eru tøk til undirvísing nú á døgum, er bæði lætt og skjótt at seta seg inn í tað. At tú altíð kanst betra teg sum spælara er so nakað annað, sum bara ger spælið meir spennandi - eingin verður nakrantíð fullkomin sum bridgespælari.


Undirvísing

Í Havn hevur hvønn vetur tey seinastu uml. 30 árini verið undirvíst í bridge. Í ár hava tey trý bridgefeløgini Havnar Bridgefelag, Nýggja Bridgefelag og Bridgedeild Kaggans, sum øll húsast í Bridgehúsinum í Gundadali, valt at lata bridgeskúlan koma undir frítíðarvirksemið hjá Tórshavnar Kvøld- og ungdómsskúla (sí lýsing í bløðunum frá kvøldskúlanum).

Feløgini bjóða øllum - ungum sum eldri - sum hava hug at læra hetta spennandi og hugnaliga spælið vælkomnum í bridgeskúla. Spælt verður hvørt mánakvøld frá kl. 19.00 - 22.00 í Bridgehúsinum, og koma royndir bridgespælarar at standa fyri virkseminum. Tilmeldingin skal tó vera ígjøgnum Tórshavnar Kvøld- og ungdómsskúla, telefon 31 77 55. Kostnaðurin fyri luttøkuna (uml. 20 kvøld) verður íalt einans kr. 100,- fyri hvønn. Tað er ikki neyðugt at hava nakran makkara við sær.