Nei, hetta var ein vanlukka.
Pætur Dam Jacobsen, liðformaður hjá Skála, var sjálvsagt ikki nøgdur við avrikið hjá Skála í Gundadali í gjár. Fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum vórðu skálamenn bukaðir av HB, og havnarmaðurin, sum í gjár røkti uppgávuna sum vongverji í høgru, var eisini fámæltur.
Tit fáa eitt mál, er tað tað einasta positiva, tit kunnu taka úr dystinum?
- Tað er í øllum førum ikki nógv annað, tí vit renna aftaná í stórum løtum. Men vit mugu bara læra av mistøkunum. Vit kunnu ikki greiða okkum frá hesum greiða ósigrinum, staðfestir Pætur Dam Jacobsen, sum er bjartskygdur undan dystinum móti KÍ mánakvøldið.
- Seinast vit taptu stórt í Gundadali ímóti HB, tá vunnu vit á KÍ á heimavølli vikuna eftir. Vit vóna sjálvsagt eina endurtøku, staðfestir hann.