Læra børn at gera teknifilm

Norðurlandahúsið hevur stuðlað tiltakinum í Tórshavn, og bygdaráðini hava givið fólkunum innivist, meðan tiltøkini hava verið á bygd.

TEKNIFILMUR

Tíðindaskriv


Fólk frá animatiónsverkstaðnum í Viborg eru í Føroyum við einum ferðandi listaverkstaði og halda skeið í at læra børn at gera teknifilm úr søgum og sagnum bæði við pappírsklippi og modelerivoksi.

Í viku 46 vóru tey í Nólsoy, í viku 47 vóru tey í Fámjin, í viku 48 eru tey í Funningsfirði og í viku 49 vera tey í Norðurlandahúsinum í Tórshavn.

Bygdirnar Nólsoy, Fámjin og Funningsfjørður eru saman um verkætlanina Grannar. Endamálið við hesi verkætlan er at nýta KT sum amboð, at skapa trivna og virksemi á smábygnum og styrkja samstarvið millum bygdirnar við eini felags heimasíðu. Enn eru kvæði, og tað at siga frá søgum og sagnum á bygdarmálum, livandi í fólkamunni.

Endamálið er tí eisini at binda saman tað at siga frá í fortíð og nútíð.

Í hesum skúlum eru 32, 7 og 7 børn. Harafturat eru 4 børn úr Gjáar skúla saman við teimum í Funningsfirði. Í Norðurlandahúsinum í Tórshavn koma 24 børn, tað er 4. b í Venjingarskúlanum. So tilsamans eru eini 70 børn við í tiltakinum.

Animatiónsverkstaðurin hevur spurt Undirvísingar- og Mentamálastýrið, um áhugi var fyri hesum skeiðum innan skúlagátt. Vit hildu, at hetta var sum fótur í hosu til verkætlanina Grannar, og Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur havt hond um virksemið.

Møguleiki verður hjá skúlunum at síggja filmarnar á stórskíggja í Norðurlandahúsinum í januar 2001.

Stuðlað tiltakinum fíggjarliga hava:


Nordisk Filmfond

År 2000 fonden

Dansk-Færøsk Kulturfond

Norðurlandahúsið

Smyril Line


Filmarnir eru tøkir á:

Landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð

Hoyvíksvegi 72

100 Tórshavn