Altjóða arkitekturdagurin verður hildin í Føroyum í døgunum hetta vikuskiftið frá fríggjadegnum til sunnudagin.
- Seinastu dagarnar hava arkitektar vitjað á ymsum fólkaskúlum kring landið, har tey saman við børnum hava umrøtt byggilist, sigur Landsverk í sambandi við tiltakið.
Fyri nøkrum vikum síðani fingu nakrir úrvaldir 4. klassar ymsastaðni í landinum eina áheitan frá Arkitektafelagnum í Føroyum um at loysa eina uppgávu í sambandi við arkitekturdagarnar.
Teir skúlar og næmingar, sum hava verið við, hava tikið væl ímóti hesi verkætlan.
Birita Wardum, arkitektur á byggideildini á Landsverki, var mánadagin saman við børnum í 4. flokki í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík.
- Ætlanin við uppgávuni er at fáa børnini at vísa á sítt yndisrúm ella yndisstað við fimm myndum og teksti.
Tey skulu avmynda og greiða frá, hvat tað er, sum ger eitt ávíst rúm ella stað til nakað serligt, hvat tey gera har og hvussu tað sær út, til dømis greiða frá litum, sniði, tilfari, útsýni og øðrum sigur Birita Wardum.
Saman við børnunum hevur Birita gjøgnumgingið uppgávuna, víst á dømi, og givið sítt íkast til at fáa børnini at skilja ymsar byggilistarligar samanhangir. ??
Endamálið við uppgávuni er at fáa børnini at sansa og seta orð á eygleiðingar, kenslur og upplivilsi, sum verða vaktar av mannagjørdum verkum.
- At sansa og føla, gáa eftir, vera varugur við og leggja til merkis er fyrsta stigið á leiðini at gerast meira tilvitaður um byggilist og sniðgeving.
Verkætlanirnar hjá børnunum verða sýndar fram í døgunum 11-13. november í Mullers Pakkhúsi í Havn, har teknistovur eisini fara at sýna fram ymiskar spennandi verkætlanir.
Framsýningin er almenn og tað verður Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum setir hana í morgin klokkan 16.??
Framsýningin í Mullers Pakkhúsi er opin soleiðis:?Fríggjadagin 11. november frá 16-18,?leygardagin 12. november frá klokkan 12-18?og sunnudagin 13. november frá klokkan 15-18.