Teir zimbabwisku myndugleikarnir siga, at venjingarlegurnar fyrireika tey ungu til ymsar yrkisútbúgvingar, men ungdómar, sum eru rýmdir úr legunum, siga við bretska BBC, at legurnar eru ein liður í einari ætlan hjá Robert Mugabe, forseta at varðveita valdið í landinum.
Seinastu fýra mánaðarnar hava tíðindafólk hjá BBC-sendingini Panorama kanna venjingarlegurnar, og hvat fer fram har. Tíðindafólkini siga, at fleiri av teimum ungu vórðu lærd, hvussu tey skulu pína og drepa mótstøðufólk hjá stjórnini. Tey ungu hava greitt frá, at tey fingu boð um at dylja, hvat fer fram í legunum, og at tey tí ikki tora at greiða almenninginum frá tí.
Samrøður, sum bretsku tíðindafólkini hava havt við tey ungu, benda á, at útbúgvingin byrjar við, at tey ungu verða neyðtikin fyri at bróta teirra mótstøðuevni niður, soleiðis at tey verða lættari at hava við at gera, tá sjálv útbúgvingin byrjar.