- At lærarar í barnsburðarfarloyvi eru við skerdan lut, er eitt mál, sum Javnstøðunevndin eigur at taka í størsta álvara, tí hetta er eitt mál um javnstøðu.
Tað heldur Herálvur Jacobsen.
- Tá lærari fer í barnsburðarfarloyvi, fær viðkomandi fulla løn fyrstu 24 vikurnar. Eftir tað fær lærarin løn úr barsilsgrunninum, men í mesta lagi 12.000 krónur um mánaðin. Tíðina, lærarin fær løn úr barsilsgrunninum, fær hann ikki eftirlønarískoyti. Hetta tíðarskeiðið er átta vikur.
Herálvur Jacobsen vísir á, at tað eru ikki bara lærarar, ið verða raktir á henda hátt. Allir lønarmóttakarar í láglønarbólkinum verða raktir.
- Í okkara føri er stórur partur av limunum konufólk, so nógvir av okkara limum verða raktir við lønarmismuni.
Herálvur Jacobsen sigur, at spurningurin um, hvussu lærarar skulu lønast, meðan teir eru í barnsburðarfarloyvi, hevur verið fyri í Javnstøðunevndini og hevur eisini verið fyri í samráðingum millum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Somu løn alt tíðarskeiðið
- Vit vilja hava, at lærarar fáa somu løn alt tíðarskeiðið, teir eru í barnsburðarfarloyvi. Tað er einki at siga til, at hagtølini siga, at kvinnur fáa lægri løn enn mannfólk. Tær eru rættiliga við skerdan lut, meðan tær eru í barnsburðarfarloyvi, og vit vita, at flestu konufólkini eru longri í barnsburðarfarloyvi enn tíðina, tær fáa fulla løn frá arbeiðsgevaranum.
Hann leggur aftrat, at hetta átti at verið eitt mál, sum Javnstøðunevndin arbeiddi nógv meiri við.
Formaður Føroya Lærarafelags ásannar, at skal lønarmismunurin í sambandi við barnsburð rættast, kostar tað nógvar pengar.
- Undir samráðingunum var málið fyri, men varð ongantíð viðgjørt rættiliga. Hetta er bæði eitt javnstøðumál og eitt stættarmál. Tað er heldur ikki rímiligt, at mannfólk, sum velja at fara í barnsburðarfarloyvi, ikki fáa løn tær fýra vikurnar, teir hava rætt til, sigur Herálvur Jacobsen, við heimasíðuna hjá Skúlablaðnum.