Seinastu vikurnar hevur nakað av ófriði verið rundan um útbúgvingin hjá datamatikarnunum á Føroya Handilsskúla í Havn. Báðir lærararnir, sum undirvístu datamatikaranæmingunum, søgdu seg úr starvi, tí teir hildu seg ikki kunna arbeiða undir umstøðunum á skúlanum.
Tað setti næmingarnar og leiðsluna í eina trupla støðu, tí næmingarnir fara júst nú undir seinasta partin av lesnaðinum, og tað skulu teir eftir øllum at døma gera við nýggum lærarum.
Nú ger starvsnevndin í Lærararáðnum á Føroya Handilsskúla í Havn greitt, at hon er ikki partur av stríðnum, sum hevur verið og er millum lærararnar hjá datamatikarunum og leiðsluni í skúlanum.
Eitt stutt fráboðan er send Sosialinum um hetta, men starvsnevndin vil ikki gera fleiri viðmerking. Sagt verður bara, at endamálið við fráboðanini er, at Lærararáðið og teir vanligu lærararnir einki hava við málið at gera, og at tað ongantíð er viðgjørt á nakran hátt í Lærararáðnum.