Lærari á Glasi fekk kærleikskúluna í ár

Tað varð Maybritt við Strond, lærari á Glasi, sum fekk Kærleikskúluna frá Dugna í ár. Tað hevur Dugni avgjørt og tað varð avdúkað í morgun. Og Majbritt við Strond fær hesa viðurkenningina fyri hennara stóra arbeiði fyri næmingar við serligum tørvi.

 

Maybritt við Strond er logopedur, ella serlærari í at undirvísa fólki við ymsum tali- og máltrupulleikum. Tann, ið hevur skotið hana upp, sigur í grundgevingunum, at hon hevur altíð tíð til okkum, um man er innlagdur á sjúkrahús, kemur hon at vitja, og ger tað lættari at koma á skúlan aftur. Uttan hana, høvdu fleiri næmingar ikki klárað tað.

 

Annars komu yvir 30 uppskot inn. Kærleikskúlan er eitt serligt listarligt átak, har Dugni saman við umboði fyri Listasavn Føroya, og landstýrisfólkinum í Mentamálaráðnum, velur eitt av Føroya mætastu listafólkum at sniðgeva kúluna.

 

Kærleikskúlan er framleidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið. Hon er munnblást, og tí eru tær allar serstakar og ymiskar júst sum vit menniskju eru tað. Kærleikskúlan 2018 kann keypast í gávubúðum kring landið. Skuldu kúlur lopið av, kunnu tær keypast frá Dugna eftir jól.

 

Í ár er tað Ole Wich, sum hevur sniðgivið nýggju kúluna. Hann er eisini útbúgvin søgufrøðingur og í hesum sambandi hevur hann skrivað um, hvussu føroyingar hava troytt og brúkt toskatilfeingið. Kærleikskúlan 2018 hevur tríggjar gulllittar toskar inni í kúluni í ymiskum støddum og tekstin Hommage à Fiskurin tvørtur um miðjuna á kúluni.

 

Ole Wich sigur at Kærleikskúlan 2018 skal síggjast í samanhanginum ímillum søgukunnleika og list. Samansetingin av søgu føroyinga og myndamáli bjóðar til, at gylta toskaskræðan kann skiljast sum ein ímynd av, hvussu føroyska samfelagið í øldir hevur bygt upp materielt ríkidømi við toskafiskiskapi.

 

Við at vekja ans fyri hesum týdningarmikla fiskaslag, ið hevur givið føroyska samfelagnum so nógv, verður listaverkið hjá Ole Wich ein fagnaður, sum í myndlist ofta verður róptur við franska orðinum “hommage”.

 

– Uttan toskin hevði mannalívið í Norðuratlantshavi verið nógv fátækari og torførari, næstan ógjørligt. Tí fagnar Kærleikskúlan í ár hesum gylta fiski og tí stóra týdningi hann hevur fyri okkum og hevur havt fyri mong ættarlið av fólki í Norðuratlantshavi undan okkum, sum so ofta ótu seg mettan, og harafturat fingu gyltan pening í pungin ferð eftir ferð, verður sagt um kærleikskúluna.