Lærarin slóðar fyri javnstøðu

Skulu vit fáa fult gagn av øll tilfeinginum í samfelagnum, er neyðugt at fáa javnstøðu inn longu við móðurmjólkini. Tí skal skúlin nógv meira inn í hetta arbeiðið, halda norðurlendskir serfrøðingar

Hini Norðurlondini arbeiða rættiliga miðvíst við javnstøðu í skúlunum. Bæði í mun til, hvussu gentu- og dreingjabørnini verða viðfarin, og ítøkiliga við at undirvísa í javnstøðu.

Í hesum londum fer umfatandi gransking fram innan evnið. Gransking, sum ferð eftir ferð staðfestir, at kvinnur og menn hava ikki líka møguleikar at mennast, og at liva tað lív, sum tey ynskja, tí kynsleiklutirnir eru so stirvnir.

Eisini vísir granskingin, at skúlabørn verða ikki viðfarin eins, men júst við støði í teimum traditionellu kynsmynstrunum, sum í stóran einsrætta lívsrúmið hjá tí einstaka.

Á norðurlendskari ráðstevnu um javstøðu í skúlanum, sum var í í Norðurlandahúsinum í gjár, vístu umboð fyri millum annað Danmark, Ísland og Svøríki á, hvussu teirra lond ítøkiliga gera, til tess at víðka um sjónarringin hjá lærarum, næmingum og skúlafólki í mun til javnstøðu.

Í hesum sambandi var greitt, at fortreytin fyri, at skúlin kann arbeiða við javnstøðu er, at lærarin fyrst lærir um javnstøðu.


Lærarin á odda

Verkætlanarleiðari á Íslendska Javnstøðustovninum, Arnfríður Aðalsteinsdóttir, greiddi á ráðstevnuni frá um arbeiðið í Íslandi. Eitt nú verkætlanina ”Javnstøða í barnagarði og fólkaskúla”, sum fevnir um eina heimasíðu og um undirvísingartilfar og -tilgongdir fyri fólkaskúlan. Men niðurstøðan var púra greið: Í staðin fyri at byrja við at undirvísa næmingunum í javnstøðu, áttu tey heldur at vera byrjað við lærarunum!

Tí verður næsta stóra stigið í Íslandi at styrkja førleikarnar hjá lærarunum í mun til javnstøðu, og verður hetta ein størri partur av læraraútbúgvingini og eftirútbúgving læraranna framyvir.


Javnstøða fleiri vegir

Endmálið við at taka javnstøðu við inn í skúlarnar er at víðka um møguleikarnar hjá tí einstaka at liva tað lív, og at fáa tað starv, sum viðkomandi hevur hug og evni til – óansæð kyn. Tí er eisini neyðugt at gera upp við stereotypu myndirnar av kynunum.

Evnið javnstøða kann handfarast á ymsan hátt í skúlunum. Í hinum Norðurlondunum arbeiða tey nógv við, at lærarin skal vera varugur við, hvussu hann samskiftir við næmingar og foreldur. Allar kanningar vísa, at lærarar lova dreingjunum at tosa nógv meira enn genturnar. Teir tosa eisini harðligari við dreingirnar og revsa teir harðari. Sum heild verða næmingar, sum uppføra seg øðrvísi enn kynið ”eigur” illa lýddir. Femininir dreingir verða argaðir, og maskulinar gentur verða settar upp á pláss.

Eitt annað, sum lærarin kann arbeiða við er, hvussu hann samskiftir við heimini. Til dømis ber til at ringja til pápan, tá eitthvørt er. Kanningar vísa, at hetta kemur sjáldan fyri. Men, tá pápin verður tikin við, og á tann hátt fær størri ábyrgd fyri skúlagongdini hjá barninum, hevur tað positiv árin á allar partar.

Ein onnur fortreyt fyri einum væleydnaðum javnstøðuarbeiði í skúlanum er sjálvsagt, at hóskandi undirvísingartilfar er til taks. Hetta er framvegis ein mangul her í Føroyum, men sum skilst er helst eitthvørt tilfar ávegis.