Lærkevej verður til film

Sera væl umtókta danska sjónvarpsrøðin á TV2, Lærkevej, skal gerast til film. Upptøkurnar byrja í vár og ætlandi skal filmurin vísast longu um heystið 2011. 900.000 fólk hugdu eftir higartil seinasta parti av Lærkevej, sum varð vístur síðst í november. TV2 hevur tó ikki gjørt av, um tey skulu framleiða fleiri partar til sjónvarpsrøðina.

 

Men meðan bíðað verður eftir hesi avgerðini, kunnu fólk, ið fylgdu røðini, gleða seg til fimin, sum verður framleiddur og vístur næsta ár.