Uppskotini eru áhugaverd, men tey eru ikki fremmand. Vit hava hoyrt um tey áður, og tey kunnu í flestu førum koyrast undir hugtakið ný-liberalisma. Ný-liberalisman hevði góðan byr í nøkrum londum í áttatiárunum, men spurningurin er, um hesin gandalykilin elvdi til búskaparligt og sosialt undur. Skapti konservativa stjórnin í Bretlandi í áttatiárunum, sum legði dent á ný-liberalismu, eitt bertri samfelag við øktum trivnaði? Tvørturímóti. Gjógvin millum rík og fátøk gjørdist størri. Fleiri sosialir taparar.
Hinvegin mugu vit ikki stara okkum blind í verandi samfelagsbygnaði. Politisku flokkarnir mugu gera sær greitt, at neyðugt er við broyingum, so føroyska samelagið ikki stirnar í gomlum fordómum, og at einki skal broytast. Harafturat skal eisini sláast fast, at tað er heldur ikki nakar politikkur í at privatisera bara fyri at privatisera.
Sjálvandi ber til at privatisera fyritøkur - Rúsuna, Tele-Føroyar, Atlantsflog, JFK-Trol, Fiskavirking o.s.fr. Men tænastustøðið skal ikki verða verri, og politiski myndugleikin skal seta upp karmarnar og síggja til, at hann verður hildin.
Eisini má ávarast ímóti at privatisera stovnar, sum vit í Føroyum halda vera lívsneyðugar fyri at liva í einum oyggjalandi. T. d. heilsumyndugleikan og Strandferðsluna. Harafturat má átalast harðliga ímóti at lækka almannaveitingar, arbeiðsloysisstuðul og aðrar skipanir, sum eru ætlaðar at hjálpa teimum, sum eru illa fyri.
Caragata-áliitð er klokkuklangur í oyrum Fólkafloksins, men hvørja støðu fer Tjóðveldisflokkurin at taka. Fer hann at privatisera almennar ognir fyri at røkka búskaparligu fyritreytunum fyri at taka fullveldi. Higartil hevur hann selt út av stevnumiðunum! Fer hann nú at lora uppaftur meiri fyri at ganga Fólkaflokkinum á møti og røkka fullveldisætlanini?