- Lýsingin av Jekaragøtu fer ikki um mark

Fakfeløgini handan frágreiðingina Rumenar á loftinum meta ikki, at Heðin Lamhauge hevur mist grundlógartryggjað rættindi sum avleiðing av frágreiðingini

Fakfeløgini handan frágreiðingina "Rumenar á loftinum" hava nú svarað Heðini Lamhauge og felag hansara Firmport, eftir at hann í morgun boðaði frá, at hann hevði kært tíðindaflutningin hjá Kringvarpinum í sambandi við frágreiðingina, og at felagið eisini umhugsaði at fara í rættin við málinum.

Fakfeløgini siga, at niðurstøðan í frágreiðingini staðfestir ikki ólóglig bústaðarviðurskifti hjá felagnum Firmport, at niðurstøðan fellir heldur ikki dóm yvir felagið. Fakfeløgini siga hinvegin, at tað, at Heðin Lamhauge og Firmport eru nevnd í kanningini, er púra náttúrligt orsakað av teirra sentrala leikluti í málinum.

- Greiningin av bústaðarviðurskiftunum hjá rumensku gestaarbeiðarunum er fyri okkum at síggja ein faktuell eygleiðing sæð við føroyskum eygum. Vit halda ikki, at lýsingin av bústaðarviðurskiftunum er illoyal ella á annan hátt fer út um mark, stendur at lesa í svarinum frá fakfeløgunum.

Fakfeløgini skriva í svarinum til Heðin Lamhauge og Firmport, at hann sigur seg nærum ikki vera hoyrdan í sambandi við kanningina. Hóast hetta er ikki at finna nakrastaðni í fráboðanini hjá Firmport, so siga fakfeløgini, at Heðin Lamhauge og Firmport hava havt ríkiligt høvi at koma við sínum til kanningina.

Fakfeløgini ásanna at enda, at Heðin Lamhauge hevur lógarrætt at søkja sær uppreisn, um hann heldur, at hann er ærumeiddur ella hevur verið fyri bakbiti, men fakfeløgini meta ikki, at Heðin Lamhauge hevur mist grundlógartryggjað rættindi sum avleiðing av frágreiðingini.