Læsti Sigrid inni áðrenn dráp

Sigrid Giskegjerde Schjetne var burturflutt og løst inni í húsvogninum hjá 38 ára gamla manninum áðrenn hon varð dripin, sambært ákæruritinum, ið varð lisið upp í dag.

Tað skrivar vg.nett.

Samstundis sum ákæra varð reist móti 38 ára gamla manninum, slepti ákæruvaldið ákærunum móti tí medsiktaða 65 ára gamla, ið var handtikin samstundis sum yngri maðurin.

Sambært ákæruni var Sigrid burturflutt frá økinum við Østensjø Kanvas barnagarð klokkan 00.17 sunnunáttina 5. august í fjør. Bilurin, sum 38 ára gamli maðuri brúkti, skal vera tann nógv umrøddi Citrön, ið hevði skaðar.

Ákærumyndugleikin heldur, at Sigrid var á lívi, tá hon var læst inni í húsvogninum, sum stóð á pallmiðstøðini í Bryn. Han var hon hildin fangi.

- Hon hevur verið í svárari neyð, segði ákærin, Nina Prebe.

Sigrid er dripin við harðskapi, men politiið veit einki nærri um sjálvt drápið.