Ein maður í 40-árunum, sum er úr Hammerfest, doyði í morgun av arbeiðsvanlukku umborð á skipinum, Leander, sum felagið, Øksnes Kystfiske AS, eigur. Løgreglan í Finnmørkini veit at siga, at vanlukkan hendi undir fiskiskapi út fyri Vardø, og nú skipið er komið í havn, verður roynt at finna út av, hví vanlukkan hendi.
Tað var klokkan 11 í morgun lokala tíð, at løgreglan fekk boð um hendingina, men við NRK seinni í dag segði átaksleiðarin hjá løgregluni, Gunnar Øvergård, at enn er alt ov tíðliga at siga nakað um vanlukkuna.
Dagligi leiðarin hjá Øksnes Kystfiske AS, Ted Robbin Endresen, sigur í einari fráboðan, at tey í reiðarínum eru skakað av hendingini. - Tað er við stórari sorg og harmi, at ein deyðsvanlukka í dag hevur verið umborð á Leander, meðan skipið var til fiskiskap.
Ted Robbin Endresen sigur, at tankarnir í fyrsta lagi fara til familjuna og starvsfelagarnar umborð á skipinum, og hann leggur aftrat, at reiðaríið í hesi truplu tíð fer at royna at stuðla og taka sær av familju og manning.
- Vit heita á fólk, sum ikki eru partur av vanlukkuni, um at geva familju og manning størst møguligan frið í hesi sorgartíð, sigur dagligi leiðarin í Øksnes Kystfiske AS, Ted Robbin Endresen.
Manningin umborð á Leander, sum er skipið á viðheftu mynd, taldi 10.
##med2##