Lítið at hyggja at

Lítið lív og spæl var í dystinum í Gundadali í gjár, men tá samanumkom, hevði heimaliðið sigurin uppibornan. B36 hevði lítið at spæla fyri og B68 lítið at spæla við, og tí lyfti dysturin seg ongantíð av álvara, men var vánaligur

Tað var ikki tann stóra upplivingin at standa í Gundadali í gjár og hyggja at dystinum millum B36 og B68. Har kom eisini bara eitt einsamalt mál, ið avgjørdi tað heila, hóast serliga B36 hevði stórar kjansir til at skora meira enn ta einu ferðina. Kanska tað eisini gav bestu myndina av tveimum liðum, ið ikki megna tað týdningarmesta í fótbólti: At gera mál!
Hinvegin skal so sigast, at tá Lukasz Cieslewicz tjúgu minuttir fyri tíð við einum solo-avriki smoygdi sær úr vinstru síðu fram við tveimum B68-arum og inn í brots­­teigin, har hann við einum góðum skoti sendi bóltin í mesk­arnar, so var tað tó eitt mál, ið lyfti heildarkensluna av einum annars spilt­um seinnaparti munandi. Eitt flott mál, ið tó er sum lundi á jóla­nátt, og tí er B36 eisini statt í onga­manna­landi á stigatalvuni.
– Dysturin var nakað darvaður av vindinum, har fyrri hálvleikur var eitt sindur javnur, hóast eg helt, at vit høvdu munin. Í seinna hálv­leiki vóru vit heilt greitt betri, og sjálvur brendi eg einar tveir heilt stórar, men tíbetur fekk Lukasz málið, sum avgjørdi til okkara fyri­mun, sigur B36-liðformaðurin, Jákup á Borg, ið ásannar, at tað er ikki heilt lætt at seta seg upp, nú lítið og einki er at spæla fyri:
– Vit hava tosað eitt sindur aftur og fram um hatta við motivatiónini. Sjálvir síggja vit okkum sum vinn­arar, so vit royna altíð at fáa so nógv stig sum gjørligt. Og teir dystirnar, sum eru eftir at spæla um, fara vit at gera alt fyri at vinna. Kanska vit ikki fáa so nógv burtur úr tí sjálvir, men vit kunnu kanska ávirka, hvat onnur fáa burturúr, sigur Jákup á Borg.

Sær einki út hjá B68
Verri er vorðið hjá B68, sum avgjørt ikki er í ongamannalandi, men hvønn dyst droymir um tey trý stig­ini, seinni vónar at fáa eitt, men sum oftast endar við ongum. Higar­til í ár eru toftamenn farnir av vølli sum taparar 12 ferðir, og tað sæst eisini aftur á støðuni, har kapp­ingin er botnhørð við TB um at fáa hildið seg oman fyri niður­flyt­ingarstrikuna. Har er B68 í løtuni, men enn sær einki út.
– Tað er sjálvandi ikki nøktandi hjá okkum at tapa 1-0 ímóti B36, tí vit vóru minst líka góðir sum teir í fyrra hálvleiki. Tá fingu vit nógv hornaspørk og fríspørk í undan­vindinum, men – sum so ofta fyrr í ár – fingu vit ikki bóltin í netið, sigur Oddur Á. Højgaard, sum bleiv skiftur inn, tá hálvur tími var eftir.
– Í seinna hálvleiki fingu teir undan­vind, og beint tá málið kom, lá Ndende eisini uttanfyri við heila­skjálvta, so tað órógvaði ótrúliga nógv. Tað var kanska tí, at vit taptu dystin, helt hann.
Annars var einki at taka seg aftur í, at í seinna hálvleiki sat B36 á tí allarmesta, og bæði áðr­enn og eftir einsamalla málið í dyst­inum brendi heimaliðið fleiri stórar kjansir, ið áttu at givið mál. Hin­vegin var tað meira tilvildarligt, tá B68 var frammi á vøllinum, og í veru­leik­anum vóru toftamenn ongan­tíð í nánd av at hótta B36 ordiliga, og tí kundi sigurin bara fara eina vegin.
– Eitt stig hevði verið gott hjá okkum at tikið heim við úr Havn, men áðrenn dystin vildu vit fáa øll stigini. Sum dysturin háttaði seg, og tí vit vóru pressaðir í seinna hálvleiki, so hevði eitt stig eisini verið gott, men enn eina ferð sótu vit eftir við ongum, sigur Oddur Á. Højgaard.
Næsti dysturin hjá B68 verður á útivølli ímóti FC Suðuroy, og hav­andi í huga, at suðuroyarliðið bara hevur vunnið ta einu ferðina í ár, skuldi hetta verið gyltur møgu­leiki at fingið trý avgerandi stig, so sleppast kann eitt petti frá niður­flytingarstrikuni. B36 skal hinvegin taka ímóti EB/Streymi, og tá fæst at síggja, um havnarliðið er ført fyri at avgera, hvat tey ovaru fáa burturúr.

Enn eitt beinbrot
Mikukvøldið fór tað sum ein stórur skelkur ígjøgnum Gundadal, tá Vagnur Mohr Mortensen hjá HB í seinasta minuttinum fyri steðgin í dystinum ímóti B36 bleiv liggjandi eftir eina takling. Tað vísti seg eisini, at hann hevði brotið seg so illa sundur, at hann spælir ikki fótbólt aftur.
Í gjár hendi næstan tað sama, tá fyrri hálvleikur skuldi enda, og hesa ferð var tað Dánjal Rói Olsen hjá B36, ið var maksimalt óheppin. Hann skuldi senda bóltin innfyri, men onkursvegna kom annar fóturin skeivt fyri, so øll sóu, at her var okkurt spinn­andi galið.
Enn eina ferð var neyðugt at senda boð eftir sjúkrabili, og sum skiltist eftir dystin, skuldi hann í gjár leggjast undir skurð, tí talan er bæði um brot á ytra høgra skinnabeini, sum skrúvur skulu setast í, og at liðbondini eru farin.
Hóast alt sostatt bendir á, at hetta kappingarárið er liðugt fyri hansara viðkomandi, so skilst eisini á lagnum, at støðan hjá 22 ára gamla Dánjal Róa ikki er verri enn so, at hann kann tørna til aftur um tríggjar ella fýra mán­aðir, so fótbóltur aftur stendur á skránni hjá honum næsta summar.