Tá ið tað regnar inniheldur luftin so lítlar mongdir av øsku, at tað ikki ber til at skráseta, skrivar virkandi landslæknin Troels Thomsen í tíðindaskrivi. Víðari skrivar hann:
- Vit vita eisini frá satelittmyndum, at meginparturin av skýgginum fór framvið Føroyum í gjár. Úr Íslandi frættist tó eisini, at í løtuni eru ongar ábendingar um, at eldgosið hasar av. Tí vita vit ikki um vit kunnu vænta meira øsku yvir Føroyum, men DMI boðar frá ælaveðri kring allar oyggjarnar í dag.
Við støði í hesum metir Landslæknin, at:
? Persónar, sum hava trupulleikar við andaleiðini (astma og bronkitis), ið ikki hava sjúkueyðkenni, kunnu gott vera uttandura,
? Persónar við sjúkueyðkennum frá andaleiðini eiga framvegis at vera innandura,
? Tað er ikki hóskandi at lata, børn undir eitt ár, sova úti,
? Persónar, sum í nærmastu framtíð fáa sjúkueyðkenni í lungunum, eiga at seta seg í samband við lækna,
? Persónar, ið brúka kontaktlinsur, eiga at skifta til brillur, um tað verður turt í veðrinum
Landslæknin fylgir framvegis gongdini neyvt, tí viðurskiftini kunnu broytast komandi dagarnar. Vit senda út tíðindaskriv, tá okkurt nýtt er í málinum. Somuleiðis fara vit framhaldandi at leggja tíðindi á heimasíðu okkara: www.landslaeknin.fo