Lítið hugaligt á Tvøroyri

- Vit fara at hyggja eftir øllum útreiðslum, sum ikki eru beinleiðis lógarkravdar, sigur borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen. Í síni fíggjarætlan fyri komandi ár hevur Tvøroyrar býráð skorið tað allar mesta burtur av tí, sum ikki er lógarkravt.

Soleiðis var tað alt annað enn hugaligt at vera býráðslimur á Tvøroyri mánakvøldið, tá býráðið endaliga skuldi samtykkja fíggjarætlanina fyri 2010.

Niðurstøðan er, at býráðið noyðist at spara allastaðni, har sparast kann, og soleiðis eru at kalla ongar útreiðslur á fíggjarlógini, sum ikki eru lógarkravdar.

Í fíggjarætlanini fyri 2010 verður roknað við eini inntøku til kommunukassan upp á góðar 46 miljónir krónur, sum er áleið tað sama sum í ár.

Tvøroyrar býráð heldur tað ikki vera ráðiligt at hækka skattaprosentið enn meiri, tí skattaprosentið í kommununi er frammanundan millum tey hægstu í landinum - ella 23,5%.

Tilsamans fer kommunan at kosta 37 miljónir krónur í rakstri næsta ár, og tá eru íløgurnar við, umframt stuðul til ítrótt og onnur endamál.

Tvøroyrar kommuna hevur skallutar 1,5 miljónir krónur eftir til asfalteringar, tekniskar útreiðslur og ábøtur á skúlar og annað.

Ein av sparingunum, sum kommunan hevur valt at gera, er at siga upp alt samsarvið um NSR-tænastuna í Suðuroy, og her er sparingin út við 200.000 krónur.

NSR-tænastan er ein námsfrøðilig og sálarfrøðilig ráðgeving í sambandi við skúlverkið, har kommunurnar bera útreiðslurnar til rakstur og starvsfólk.

- Vit fara at hyggja eftir øllum útreiðslum, sum ikki eru beinleiðis lógarkravdar, sigur borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen.