Lítið nýtt um svínakrím

Føroyski pandemibólkurin hevði ikki nógv nýtt at siga um svínakrímið, tá kallað varð inn til tíðindafund í gjárkvøldið

Svínakrím

Rógvi Nybo

[email protected]


Lítið nýtt er undir sólini um útbrotið av svínakrími. Tað kundi føroyski pandemibólkurin staðfesta á tíðindafundi fyri fjølmiðlunum í gjár.

Pandemibólkurin hevði í gjár hugt at støðuni sum kann íkoma tá ella um heimsheilsustovnurin velur at seta tilbúgvingina upp á stig 6, ið er tað hægsta tilbúgvingarstigið, og sum bert kemur upp á tal, tá talan er um eina veruliga heimsfarsótt.

Niðurstøðan av tí var greið, og tað er at Føroyar eru til reiðar at taka móti eini slíkar heimsfarsótt, og at allir partar í tilbúgvingini vita júst hvat teir skulu gera.

Síðan seinasta fundin fyri 14 døgum síðani eru nógvir nýggir tilburðir staðfestir, talið er nú komið upp á millum 5- og 6000 tilburðir, og teir allarflestu eru nú í USA. Tó eru fá fleiri fólk deyð, og í Meksiko verður boðað frá at smittan er hæsað av.


Fýra møguleikar

Høgni Debes Joensen kundi tó gita sær til fýra møguleikar, um hvat mest líkt fer at henda.

- Ein er at tað kann hugsast at H1N1 virusið bara doyr út. Tað kann eisini hugsast, at tað kann minka á okkara leiðum, nú tá sólin er komin framm. Tað kann eisini minka nú og koma fram aftur í heyst – tó til ta tíð vænti eg at ein koppseting er klár. Seinasti møguleikin er at WHO avblæsur øll stigini og klassar tað sum eina vanliga influensa, um virusið er viknað, greiðir Høgni Debes Joensen frá.