Hirtshals er ein lutfalsliga lítil býur í Norðurjútlandi. Tað er her, at nógvir føroyingar búgva, og tað er her, at Norrøna seinnu árini hevur havt sína havn í Danmark.
Tá tú ert sum ferðamaður í Hirtshals, er í fyrstu atløgu trupult at meta um støddina á býnum. Um summarið er nógv lív í niðri í býnum, og her eru hugnaligar kafé'ir, ølstovur og handlar, sum fólk savnast um.
Sambært upplýsingum á netinum búgva sløk 6.000 fólk í Hirtshals, sum serliga er kendur fyri sínar havnir, vinnulívshavnina og ferjuhavnina - við sambondum til Noregs og Føroyar.
Sum býur er Hirtshals í fyrsta lagi bygdur rundan um havnina, sum varð bygd tíðliga í farnu øld, og beint oman fyri havnalagið er Hotel Hirtshals og hugnalig gongugøta.
Í Hirtshals er eitt nú Norðsjóvarsentrið, sum avgjørt er størsta einstaka attraktiónin í býnum. Her eru alskyns fiskar - til frægd fyri bæði stór og smá.
Her er stórur viti, Hirtshals Fyr, bygdur í 1863 og er 35 metrar høgur.
Í Hirtshals er eisini Bunkaramuseumið, ið er einasti útgrivni týski verjuskansin frá seinna heimsbardaga, sum er opin fyri almenninginum.
Flestu føroyingar, sum koma til Danmarkar við Norrønu, fara ivaleyst víðari suður eftir Jútlandi, men tað kann vera hugnaligt at steðga á eina løtu í Hirtshals.
Fyri familjur, sum kanska hava hug at steðga longri í Hirtshals, er eisini stórt Danland-hotell við bæði íbúðum og hotelkømrum, svimjilandi og góðum innan-og uttandura aktivitetum.