Lítil fiskur men góður prísur

Tað vóru ikki tær stóru nøgdirnar á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum í dag, men tey, sum seldu, fingu góðan prís fyri at kalla øll fiskasløg. Tilsamans seldi marknaðurin góð 28 tons, sum fóru fyri 620.000 krónur.

Góð 28 tons vóru av toski. Toskur II fór fyri 21,04 krónur í meðal, toskur III fyri 20,54 krónur og toskur IV fyri 19,32 krónur. Góð tvey tons vóru av hýsu, mest hýsa II, sum fór fyri 16,73 krónur fyri kilo í meðal.

Góð níggju tons vóru av havtasku. Tað mesta var havtaska II, sum fekk meðalprísin 29,64 krónur fyri kilo.

Annar fiskur fekk eisini góðan prís. Ein línubátur seldi góð fýra tons av blálongu av Íslandsrygginum, og hann fekk 14,80 krónur í meðal fyri kilo fyri hana. Eitt sløg var av kongafiski, og hann fór fyri 16,81 krónur í meðal.