Fuglaveiða
Teir gomlu plagdu at siga, at vikan hvørjumegin ólavsøku er tann besta til lunda. Tað merkir, at dagarnir rundan um ólavsøkuna er besta fleygatíð.
Tá ið fleygatíðin byrjaði fyrst í juli, vóru menn ymiskir á máli um, hvussu vorðið mundi vera við lundanum í ár. Tað lá líkasum í luftini, at lítil fuglur hevði verið at sæð, men onkur helt, at kanska var lundin bara eitt sindur seinni á veg í ár enn vanligt.
Nú lundatíðin er meira enn hálvrunnin, kann staðfestast, at væl minni fuglur hevur verið at fingið í eitt nú Nólsoy enn eitt miðalár. Úr Mykinesi frættist eisini, at væl minni hevur verið at fingið enn vanligt.
Ikki komin til 100 lundar
Ein av frægu fleygamonnunum í Nólsoy, Kristin Holm, hevur verið 14 dagar á Urðini, síðan 2. juli, syftunsøkudag, sum er fyrsti fleygadagur hjá nólsoyingum.
Hjá honum plagar ikki at standa á at fleyga 100 lundar, tá ið nøkulunda liggur fyri við byrðinum, men í summar er hann ongan dag komin til 100 lundar.
- Eg havi verið 14 dagar á fleyg og havi fingið tilsamans 800 lundar. Besti dagurin er 90 lundar, sigur Kristin og heldur, at hetta er lítið at tosa um.
Hann dugir ikki at siga, hvat er galið við lundanum í ár, men tað er ikki, sum tað plagar at vera, tá ið summarið er gott.
- Eitt er, at fleygabyrðurin yvirhøvur hevur verið vánaligur, men spurningurin er, um tað er einasta orsøkin til, at so lítið er komið burtur úr.
Kristin vísir á, at teir fyrstu fleygadagarnar lá hann við loti av landnyrðingi; ókyrra var í sjónum ? og tá roynist sjáldan nakað serligt. Síðan hevur hann ligið millum útsynning og vestan, og tað er eisini vánaligur fleygabyrður á Urðini.
Sum skilst, eru bara tveir nólsoyingar komnir til 100 lundar í summar; tað eru Rene Hansen og Ivan Holm, og hetta er óvanligt so seint í juli mánaði.
Rene og Ivan høvdu tann eina dagin 150 lundar í part.
Nógvur sildberi
- Eg veit ikki, hvat er galið, men tað er ikki alt, sum tað eigur at vera, sigur Kristin.
Hann sigur, at sildberi trýtur ikki, og tað er ikki langt ímillum, hann ber pisunum sild. So, líkt er ikki til, at sildberin noyðist langan veg til havs eftir føðini.
- Jú, tað er nógvur sildberi at síggja, men ivaleyst er tað fleygalundin ? ella ungfuglurin ? sum vantar. Hví so er, er ilt at siga.
Kristin sigur seg hava hoyrt menn tosa um, at nógvur fuglur er at síggja úti á, og tí heldur hann, at tað kortini man vera eitthvørt við føðini, sum ger, at ungfuglur í størri mun ikki kemur at landi.
Við tað, at lítil lundi hevur verið at fingið, hava nólsoyingar heldur ikki verið so ágrýtnir at ganga á fleyg.
- Einir 3-4 mans hava vanliga verið á Urðini hvønn dagin, men týsdagin vóru teir 7 og mikudagin 6 í tali; tá høvdu teir, sum vóru bestir, einar 80 lundar part, sigur Kristin.
Pisurnar hava tað gott
Fyrr í vikuni var fuglamaðurin, Jens Kjeld Jensen, á Urðini og kannaði nakrar pisur. Sum skilst, bendi alt á, at hesar vóru væl fyri.
- Pisurnar vóru væl í holdum og sóu gott út, sigur Kristin.
Hann heldur tó ikki, at nógvar pisur eru at hoyra, tá ið havt verður í huga, at so nógv útliðið.
- Eg dugi ikki at siga, um fuglurin er seinni lægstur enn vanligt, tí longu, tá ið fleygatíðin byrjaði, bar sildberin sild; so pisurnar eru neyvan heilt seinar í ár, sigur Kristin Holm.
Hann vísir at enda á, at tað er ikki altíð, tað gongur eins á ymisku fuglaplássunum kring landið.
- Í fyrraári var vánaligt við lunda í Skúvoy og á Dímun, samstundis sum hetta árið var eitt tað besta hjá okkum, sigur hann.