Maud Næs
Fyrst og fremst, stutt sagt: Framsýningin Kvirra Oyggin var sera sjáldsom og áhugaverd, eitt satt listarligt sansaupplivilsi á einhvønn hátt.
Lítla Dímun gav íblástur.
Í tveir dagar búleikaðist hópurin á óbygdu oynni uttan nútíðar tøknuligar hentleikar. Losjan Glotti varð karmur um sjáldsama friðar-framsýning í Gøtu mánakvøldið 16. juli kl. 18 og kl. 19.
21 ungdómar úr Føroyum, Noregi og Íslandi vóru upphavsfólk og leikarar.
Verkætlanin Kvirra Oyggin varð skapt í 2002 av ungari norskari kvinnu, tá 25 ára gomlu, Katrinu Mariu Eponine Strøm úr Andøya í Noregi. Listarliga framleiðslan, hesuferð í Føroyum, varð fyriskipað saman við íslendska Olafur Gudmundsson, ið eins og Katrina er útbúgvin innan sjónleikarheimin. Gøtumaðurin, Áslakur Nesá, fyrrverandi luttakari og leikari í verkætlanini, skipaði fyri tí praktiska í Føroyum.
Kvirra oyggin kenslan og sansan av Lítlu Dímun framførslan
Felags fyri allir luttakarar í verkætlanini er, at tey eru oyggjabúgvar og koma frá smáum plássum. Í 2002 byrjaði verkætlanin og norðurlendska samskiftið millum Andøya og Vestmannaoyggjar, og í 2004 vóru Føroyar við. Orsøkin til at tað eru Gøtu ungdómar, ið eru tey útvaldu úr Føroyum, er tí at Gøta og Vestmannaoyggjar eru vinabýir. Ætlanin er at víðka samskiftið og at fáa fleiri Norðurlond uppí verkætlanina og at tað skal vera ein afturvendandi mennandi siðvenja.
Orðini tey spunnu á atgongumerkinum avmynda hugburðin og útgangsstøðið hjá smáoyggjabúgvum og eru sum ein reyður tráður gjøgnum leikin tey framførdu:
Oyggjafólk kunnu ikki goyma seg. Náttúran finnur teg. Tú býrt í miðjuni har, ið sjógvar og land møtast. Við heimsins enda. Tú kann ikki sleppa undan at verða ávirkaður av litum og mótsetningum. Man verður lokkaður til byrjanina og endan. Miðjan gevur tryggleika, men tað eru teir vandamiklu útjaðararnir, sum draga okkum.
Lívsins mótsetningar vóru avmyndaðir úr teimum ímyndum, ungu ævintýrararnir høvdu fest á blað í bókling sín: Kvirra larmur, ljós myrkur, dagur nátt, friður órógv, lív - deyði, kærleiki - einsemi.
Hesi evnir vóru lýst við rørslum, ljóðum, ljósi, ljómi.
Framleiðararnir høvdu bygt pall og leik upp snildisliga. Ómøguligt var at vita ella gita, hvat ein kundi vænta sær.
Framsýningin byrjaði við, at Áslakur Nesá úr Gøtu bjóðaði vælkomin uttanfyri Losjuna Glotti. Í stuttum var søgan aftanfyri verkætlanina og sjálv verkætlanin lýst. Ungdómarnir høvdu verið saman í eina viku, har Losjan Glotti var karmur um arbeiðið við leikinum og sjálvari sjónleikaframførsluni. 3 dagar í Lítlu Dímun, ið blivu til 2 dagar, orsakað av veðurlíkindunum, var økið fyri friðargranskingini Kvirra Oyggin. Fremmandafólkið hevði fingið innivist privat í Gøtu, og alt hevði gingið væl. Síðani vóru vit boðin framvið Losjuni og inn í sjónleikarahøllina.
Har byrjaði leikurin uttandura.
Leikurin Lítla Dímun, kvirran, náttúran og menniskjan
Ungu gestirnir, ið vitjaðu Lítlu Dímun, standa pinna still, sum standmyndir, uttandura. Øll við rygginum móti okkum, berføtt í grasinum frá Losjuni og oman móti sjóvarmálanum. Í hondunum høvdu tey bóklingin sansasøgan, ið rúmar nýggju skapanarsøgu teirra yvir 7 dagar, nógvar avbjóðingar og mørk.
Tey eru uppstillað sum einstaklingar og sum ein menniskjafelagsskapur. Har standa tey so lýsandi í vøkru grønbláu náttúruni í Gøtu. Beinanvegin verða vit sum áskoðarar drigin inn í kosmisku mótsetningarnar, tá vit trína inn um dyrnar í Losjuni, inn í ein hulduheyggj.
Inni er myrkt og huldusligt, mjørki gráur roykur leggur seg um okkum og skapar tann frumstemning ætlanin helst er. Leikpallurin er uppsettur mitt gjøgnum salin og fram til vanliga leikpallin. Alt er í myrkum litum og trølsligt. Tá øll hava sætað sær og friður valdar, byrjar tónleikurin stórsligin, tykist heilagur og fyllir rúmið við onkrum líknandi orgul- ella kirkjutónleiki. Síðan trína Dímunarunglingarnir inn úr ljósinum í myrkri, ein fyri og annar eftir. Øll eru berføtt eins og grógva tey og búnast av nýggjum, sum einstaklingur og felagsskapur. Sterkar kreftir skapanarkreftir manast fram og leikurin avmyndar tað yvirgangsritualið hesi hava upplivað.
Lítla Dímun manast fram úr moldini hjá GøtuTrónda:
Í meldrinum av kvirru, larmi, rørslum, ljóði, myrkri og ljósi bera tey fram hugleiðingar, ið avmynda Lítlu Dímun og tey, sum einstaklingar og felagsskap. Áskoðarin fer gjøgnum ein kenslumeldur av undran, gleði, ótta, sorg osv. Vit hoyra, tí tey spæla vind, hav, fuglaljóð, mannaljóð, ja alskyns ljóð úr Dímunarkvirruni.
Tað er sterkt og bergtakandi til tíðir hárreisandi, samstundis sum djúpar hugleiðingar hábærsliga verða frambornar á føroyskum, íslendskum og norskum.
Tey skiftast um at hava stuttar munnligar hugleiðingar, t.d. um kvirru, lívsmeining, lívsleti, dreymar, sakn, frið.
Ein sigur um Lítlu Dímun:
Har búgva trøll og álvar, tí tey dáma at búgva har, tí tað er so friðarligt
Beinleiðis endurtikið úr Dímunarbóklinginum:
Av og á var tað so friðarligt, at eg hoyrdi hjartað hjá mær banka. Tað er langt síðan.
Eg havi hug at nerta við sjógvin, ið umringar meg, men eg røkki ikki.
Vitjanin í Lítlu Dímun er nakað, ið eg aldrin fari at gloyma og ein dag fari eg at fortelja hetta fyri mínum ommubørnum.
Tá myrkrið og náttin sígur seg um Dímunar, kvirra hugsjónarhóp, fyllist myrkrið og brádliga hoyrist, sum ein trilvandi troyst, vælkendi kvøldsangurin:
Góða mamma eg vil sova
eygu míni møðast brátt
Jesu pápi hevur lovað
meg at verja væl í nátt
Fyrst syngja tey við føroyska tungumálinum.
Næstu og triðju ferð eru øll við við føroyskari tungu. Spakuliga, inniliga trygg, balla tey seg inn í myrkrið og kvirruna við alskyns ljóðum og náttina, meðan nynnað verður lagið, góða mamma ...
Úr náttarmyrkrinum trínur fram ein sterkur mannfólkahamur, gongur varisliga millum teir sovandi kroppar. Steðgar, tá hann kemur til eina yndisliga fagra kvinnu, lyftur hana upp og ber henda sovandi kroppin yvir til ein stiga, mótsatt pallinum, fær hana at klatra upp. Seinni síggja vit ljós og skuggamyndir gjøgnum gluggarnar í galvinum í Losjuni. Vit síggja eitt rørsluspæl, tey tosa saman og kærleikin sprettir.
Súmbolst/ímyndarligt sera vakurt, tí klatranin upp, úr dvala til tilvitsku, einsemi og felagsskapurin, lítla smáttan undir galvinum, líktist so sera nógv hesa løtuna Jákupsstovu í Lítlu Dímun, har tey høvdu búleikast.
Úrslit
Indianarar søgdu umleið soleiðis um viðurskiftini millum menniskju og náttúruna: Tá menniskjað missir sambandið við náttúruna og djórini, so missir tað eisini sambandið við seg sjálvan og onnur menniskju.
Kvirra Oyggin verkætlanin setur fokus á náttúruna, menniskju og okkara sansaevnir heldur enn materiel virðir og hurra... fyri tí. Vit hava brúk fyri ungdómi, ið hava hesar royndir. Slíkar verkætlanir kunna, sum ringar í vatninum, spreiða seg á øllum samfelagsøkjum, og vit áttu at havt nógv fleiri slíkar verkætlanir millum ungdómin. Verkætlanir, ið eru avbjóðandi fyri alt menniskja. Ein vika og somikið komið burturúr. Slík tiltøk skapa menniskju, ið verða íblást og møguligar framtíðar eldsálir á mongum samfelagsøkjum.