Látrið vitjar Miðlahúsið

Við jøvnum millumbilum vitja skúlar og barnagarðar í Miðlahúsinum, og í gjár var tað barnagarðurin og frítíðarskúlin í Látrinum í Nólsoy, sum var á vitjan

Tey vóru spent, tey 16 børnini í frítíðarskúlanum í Látrinum í Nólsoy, sum mánadagin vóru á vitjan í Havn.

Fyrst gekk leiðin í Vágsbotn í Miðlahúsið, har børnini við teimum báðum starvsfólkunum vórðu víst runt í húsinum, bæði á blaðdeild, teknisku deild og uppi í rásarúminum hjá Rás2. Børnini eru í skúlabólkinum og eru millum 6 og 9 ár.

Látrið er bæði vøggustova, barnagarður og frítíðarskúli, og til samans eru 33 børn á stovninum.

Børnini hava eitt ynski um at vitja ymiskar stovnar í Havn, og tað royna vit so eftir førimuni og sum veðrið er til. Í gjár vitjaðu vit umframt Miðlahúsið eisini Margarinfabrikkina og jólabýin í SMS, sigu Guðrun S. Hansen, leiðari á Látrinum.

Tey hava eisini verið og vitjað á eitt nú Politistøðini og á Brandstøðini.

Tey eru 9 starvsfólk tilsamans á Látrinum, men har skal vimerkjast, at summi bert hava nakrar fáar tímar um vikuna.