Tað er innkallað til eykaaðalfund í feburar 2016. Tað gongur illa at manna nevndina í Argja Bóltfelagi, tá Heðin Stenberg velur at bjóða seg fram. Heðin Stenberg er sonur Tórálv Stenberg, sála, sum var formaður í felagnum frá 2000 til 2006.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
- Eg havi altíð følt, at AB er mítt. Tá pápi mín hevur verið ein so stóru partur av felagnum, so er lætt at føra tann kærleikan víðari - um tú kanst kalla tað tað, sigur Heðin Stenberg, sum síðani hevur verið nevndarlimur í AB.
-Tað eru fleiri, sum halda tað er ov krevjandi at sita í nevnd, men um vit eru fleiri, ið hjálpast at, so er tað ikki so krevjandi, sigur 29 ára gamli málverjin hjá AB.
Hann ásannar tó, at tað verður ógjørligt at sita í nevndini, tá liðið nú aftur er í bestu deildini, har krøvini eru nøkur heilt onnur. Argjamenn taka móti 07 Vestur í fyrsta umfari í landskappingini, sum verður sunnudagin.
(Brot úr grein í Fótbóltsblaðnum hjá Miðlahúsinum)