Lætt at falla í pamparagrøvina...

Tað er fallið Bjørt Samuelsen og Sjúrði Skaale, tjóðveldistingfólkum, fyri bróstið, at Rás2 og Portalurin hava borið tíðindini um, at tey bæði vóru í New York, har tey millum annað runnu marathon, uttan at biða um farloyvi frá løgtingsarbeiðinum, so næstu fólk teirra kundu møta.

Tey rógva framundir, at tey ikki bara hava runnið, men kanska eisini skrivað okkurt álit, meðan tey vóru í New York. Og so fáa vit ta tiltiknu umberingina, sum politikarar, ið møta illa upp í tinginum vanliga koma við, at »politiska arbeiðið er so ógvuliga nógv annað, enn at sita á tingfundi«.

Nú er Sjúrður Skaale tikin úr leikum sum skemtari. Tí var tað so upplagt, at hann kom á hesa síðuna undir oddagreinini hendan dagin. Fáur hevur sum hann átalað politikarar, sum ikki gera sítt arbeiði til lýtar, eitt nú tí teir røkja fleiri størv. Og hendan dagin vóru hann og Bjørt speirikin av sínum egna floksfelaga av tingsins røðarapalli!
Men tað var júst av hesum positiva vilja til poltiskt arbeiði, sum Sjúrður Skaale so mangan hevur víst á, at vit høvdu væntað okkum annað, enn at hann »clearaði« sær frí og »læt eitt undirskrivað bræv liggja eftir seg, um neyðugt...«. Halló Sjúrður, heldur tú, at ein skúlalærari hevði kunnað farið til New York við fullari løn og sagt, at hann skuldi hava løn, tí hann rættaði nakrar stílar?

Ein klókur maður úti á Argjum segði so seint sum í gjár, at politikarar gloyma so skjótt, at fólkið er teirra arbeiðsgevari - tað eiga tey bæði eisini at leggja sær í geyma.

Skuldi Sjúrður hildið sítt image og ikki fallið so skjótt í pamparagørvina, so sendi hann boð eftir Páll á Reynatúgvu at røkja tingarbeiðið hesar dagarnar – eins og hann hevur gjørt áður, tá hann til dømis hevur spælt kommediu saman við Jákup Weyhe.

Men bara rólig, tit bæði. Eins og áður, so fara vit at almannakunngera uppmøtingina hjá øllum ting- og landsstýrisfólkum, tá árið er liðið!