Løtt avgerð

- Eg havi ikki følt tað vera serliga trupult at taka hesa avgerðina, sigur Bjarni Djurholm, virkandi løgmaður

NEYÐLOYSN

 
Virkandi løgmaður, Bjarni Djurholm, noyddist sum tann fyrsti leiðarin fyri landsstýrið í nógv ár at leggja uppskot fyri løgtingið fyri at lóggeva arbeiðsmarknaðarpartar aftur til arbeiðis.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Men kendist hetta sum ein trupul avgerð?
- Eg havi ikki følt tað vera serliga trupult at taka hesa avgerðina. Hetta er ein neyðstøða, har tað ikki bar til at finna eina aðra loysn, sigur Bjarni Djurholm.
Hann sipar við hesum til, at landsstýrið heitti á partarnar um at finna eina loysn, men eingin loysn var í eygsjón.
- Støðan broyttist bara til tað verra, og tað kunnu vit ikki liva við, og tískil vóru vit noyddir at leggja  uppskot fyri tingið, sigur Bjarni Djurholm.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ikki samband við partarnar
Landsstýrið hevur gjørt greitt, at teir ikki ætla at seta seg við samráðingarborðið yvirav maskinmeistarunum í framtíðini. Landsstýrið setti seg heldur ikki í samband við stríðandi partarnar.
- Tað er ikki okkara uppgáva, sigur Bjarni Djurholm.
 Virkandi løgmaður metir, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur gjørt alt rætt í hesum málinum, og bæði SEV og maskinmeistararnir vóru greiðir yvir, hvat landsstýrið kundi góðtaka.
Landsstýrið hevur heldur ikki verið í samband við andstøðuna um málið. Viðmerkingar frá andstøðuni kunnu lesast aðrastaðni í blaðnum.