Lættari hjá vinnuni at skilja

IRF leitar áhaldandi eftir nýggjum møguleikum fyri øktari skiljing til endurnýtslu.

- Tað er sjónligt í dagliga rakstrinum hjá IRF, at nøgdirnar av burturkasti eru sera stórar, og eitt nú kemur sera nógv burturkast inn frá byggivinnuni, sum hevur nógv virksemi kring landið.

 

Hjá IRF í Leirvík siga tey, at nú verður nakað ítøkiligt gjørt fyri at betra um møguleikarnar hjá vinnuni at skilja burturkastið. Tey eru nevniliga farin í holt við at byggja eina nýggja móttøkuhøll til brennistøðina.

 

- Við nýggju høllini verður tað skjótari og høgligari hjá vinnuni at sleppa av við og skilja burturkast til endurnýtslu. Móttøkuhøllin verður væntandi klár at taka í nýtslu komandi summar

 

Hjá IRF í Leirvík leggja tey aftrat, at skiljihøllin er liður í støðugu menningini av endurnýtsluskipan IRF’s, har tað áhaldandi verður leitað eftir nýggjum møguleikum fyri øktari skiljing til endurnýtslu.