Lótu fimm mál inn uppá 21 minuttir

(Rás2) Hoyr høvuðsvenjarin hjá AB, Sorin Anghel seta orð á 0-5 tapið ímóti HB í Gundadali í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2, har prátað var við høvuðsvenjaran hjá AB, Sorin Anghel, ið sá sínar menn tapa 0-5 ímóti HB á ovara vølli í Gundadali fyrr í dag.

 

AB helt málið reint í 71 minuttir, men millum 71. og 92. minutt læt AB fimm mál inn.

 

Sorin Anghel er nøgdur við teir fyrstu 70 minuttirnar, har AB helt tørn, men givið er, at hann harmast, at tað fóru so nógv mál inn ta seinastu løtuna.

 

Tá støðan var 1-0 og Mikkjal Hentze hjá AB var vístur av vøllinum var freistandi hjá Sorin Anghel bara at parkera bussin, og so bara tapa 0-1, men Sorin Anghel undirstrikar, at hann vildi heldur halda fram at spæla fótbólt, og tað kostaði seinastu løtuna av dystinum. 

 

Samrøðan, ið Rás2 gjørdi við veteranin hjá HB, Símun Samuelsen hoyrist HER