Lützen og Faktorin: Sjáldsamur vinskapur millum ættirnar

Vit eru nú komin til seinasta partin í hesi røð um Faktorin í Klaksvík, hansara ættarfólk, og tey fólk, sum hann hevði um seg. Egil er nú deyður, og nú verður farið afttur til sjálvan Faktorin og ættina hjá Nichels Lützen, sum kom at standa sera nær

6. partur

 

Tað hevur verið sera áhugavert at arbeiða við hesi søgu um Faktorin Johan Christian Djurhuus. Áhugin fyri hesum heilt serliga manni varð vaktur av at lesa um hann í bókini hjá J. Símun Hansen ”Havið og Vit.”

Enn størri gjørdist áhugin, tá komið var eftir, at Faktorin ”átti” eina røð við fimm gravsteinum í gamla kirkjugarði í Havn. Nakað samstundis komst fram til søguna um son Faktorin, Jacob Djurhuus, ið ”hvarv” sum smádrongur, og sum varð ”funnin” aftur í einum kirkjugarði í Grønlandi 100 ár seinni!

Hetta førdi so til fýra greinir í røðini Hendur ið Sleptu, sum lýstu Faktorin, konu hansara og hansara børn.

Men sum ofta er, so førir ein søga eina aðra við sær. Her kom dagbókin hjá Egili, son Sofus undan kavi. Egil umboðaði í sær sjálvum eina syrgiliga lagnu. Fyrst fer mamman frá honum, síðan beinir pápin fyri sær. Umframt hetta gerst hann illa sjúkur og doyr bert 20 ára gamal.

Hildið varð tá, at dagbókin kundi geva grundarlag fyri tveim­um Miðvikum, men framvegis kom tilfar undan kavi, og tískil kom henda røðin uppá seks partar.

Her verða lýstar nakrar áhuga­­verdar lagnur. Talan er um framúr avrik á vinnuliga økinum, men eisini um sorgarleikir á tí persónliga økinum. Men her er eisini søgan um samanhald millum fólk, sum tað kundi vera fyri nærum 100 árum síðani.

Tað er óneyðugt at siga, at tað liggur nógv arbeiði í hesi søgu. Fyrsta keldan var J. Símun Hansen.Men umframt hetta er ein hópur av øðrum keldum, sum hava kunnað gjørt hesa frásøgn so fullfíggjaða, sum hon er. Summar keldur er leitað eftir. Aðrar er komið framá av tilvild, og so eru tað tey, sum vit hava frætt frá, og sum hava kunnað givið eitthvørt ískoyti.

Datt annars nú um dagarnar á enn eitt brot, sum eisini er eitt íkast til hesa søgu. Símun Petur Zachariassen hevði í 1949 í Tingakrossi eina grein um Mourits Winther í samband við, at hann fylti 80 ár. Hann gjørdist versonur Nichels Lützen. Her skrivar Símun Petur millum annað:

”Aftaná skúlatíðina í Havn kom Mourits suður til Sands haðani hann var ættaður. 15 ára gamal kom hann til Klaksvíkar á heysti 1881 í forrætningina hjá Jørgen Bech & Sønner, har hin kendi maðurin Jens Christian Djurhuus var stjóri á handlinum. Tað var ein umfevnandi forrætning, ið ikki bert var fyri Norðoyar, men eisini fyri eystursíðuna av Eysturoynni.

Djurhuus ella Faktorin, sum hann vanliga varð kallaður, vandi teir ungu menn, hann hevði undir hond til góðan handilsskap og kom hann væl ásamt við teir. Tá vóru hesir menn í handilsvirkinum úti í Klaksvík: Nichels Lützen, Karl á Vágsheygnum, sonur hansara Óli og Ludvig Kjelnæs.

Tá var ikki sum nú at hava 8 tímars arbeiðstíð. Teir skuldu møta upp kl.6 um morgunin, og vóru teir ikki lidnir fyrr enn kl. 8 um kvøldið.”

Ein av keldunum er Bogi Lützen, langabbasonur Nichels. Hann hevur til hendan partin latið okkum eina frágreiðing um abban Andreas Lützen, gudsonin hjá Egil, Bjarna, og fastrina Ingeborg Lützen, sum helst var tann, sum hevur vitjað Egil Djurhuus eina mest, og sum eisini hevur uppiborð eitt serligt ummæli.

 

Bogi um Ingeborg

Ingeborg var næstyngsta barn Nichels’ og Sigrid Mariu. Hon er fødd í Klaksvík 1887.

Pápin fylgdi henni til Havnar, tá hon skuldi niður at læra, men hetta skuldi verða seinastu ferð hon sá pápan, tí hann doyði, áðrenn hon kom heimaftur.

Ingeborg var gumma mín, og vit kallaðu hana Abbadidd. Hon var ógift og arbeiddi langa tíð í Føroya Banka í Havn, har hon var sera avhildin.

Millum havnarfólk var hon kallað Ingeborg í bankanum.

Míni fyrstu ár búðu vit í Sørvági, og tað fyrsta eg minnist til Abbadidd var, einaferð pápi og eg vóru á veg úr Sørvági til Klaksvíkar, og máttu gista nátt í Havn. Vit komu seint á kvøldi til hennara, og hon var hørm um, at hon ikki hevði frætt frá okkum fyrr, tí so hevði hon keypt mær Skipper Skræk at lesa!

Fyrst í fimmtiárunum fór hon úr starvi í Havn fyri aldur og flutti til Klaksvíkar. Stutt eftir letur Føroya Banki eina deild upp í Klaksvík, og hon fer aftur í bankan at arbeiða eina tíð aftrat. Og her mundi hon vera ein góður stuðul hjá teimum blaðungu og óroyndu bankamonnunum, sum vóru settir at byrja nýggju deildina.

Í Klaksvík fekk hon sær ein bát, og vit, børnini hjá Hans og Kjartan, fingu mangan túrin við henni. Vit vóru børn, so túrarnir vóru ikki langir - skrubbutúr, har báturin bleiv bundin í Bedings­boyuna, har var fitt av skrubbu at fáa - ella dyrgingartúr við tráðu út á Eingilska Klett og runt Klakkin. Var túrurin langur, komu vit suður til Føgrulíð. Yvir um Kalsoyarfjørð, á Galvin, varð hildið at verða ov langt at fara við børnum. Vit máttu ansa eftir streymi.

Áhugin fyri náttúruni vísti seg eisini við, at hon hevði eitt fitt savn av skeljum - goggum, øðum, kúðingum langaskel - og steinum, hon hevði funnið á gongutúrum í fjøru og haga.

Ingeborg kendi nógv fólk í bygdini, og hevði opið hús fyri kenningum Nýggjársaftan. Tá bleiv heitur punsjur bryggjaður upp í stóran bolla, og heilt nogv fólk gekk inn á gólvið.

Annars gekk Ingeborg høgt uppí lesing, bæði bøkur og bløð. Donsku dagbløðini, Berlingarin og Politiken, komu 14. hvønn dag við Tjaldrinum, og vóru væl lisin.

Ein dagin fortaldi hon, at nú vóru eisini nakrir ungir ”komm­unistar” komnir til Føroyar. Nýtt fyri mær tá – eg mundi vera 10-12 ára gamal tá - men eingin nýggjheit í Føroyum, tí millum “kommunistarnar” var Erlendur Patursson! Eg haldi ikki, hon mundi stemma uppá teir, men hon helt 14. September, blaðið hjá tjóðveldisflokkinum, vera eitt neyðugt íkast til samfelagskjakið.

Lesihugurin hjá okkum børnum mátti stimulerast, so bøkur frá henni vóru ofta millum jólapakkarnar. Tó fekk eg eini jól Pathetique symfoniina hjá Tchaikovsky á grammofonplátu, tí hon hevði frætt, at mín áhugi gekk nógv tann vegin.

Ingeborg arbeiddi leingi í bankanum, og hon ætlaði sær helst at halda fram inntil hon bleiv 80. Hon hevði fyrireikað 80 ára føðingardagin, sum skuldi haldast við familjuni í húsum, Føroya Banki átti í Funningsbotni. Men so skuldi ikki ganga. Tíðliga á árinum bleiv hon knappliga sjúk, doyr fáar dagar seinni og fer til gravar ein illveðursdag í februar 1967.

Illveðurdagur skal valdast. Veðrið var so ringt, at kistan lætti sær á, og kom undir ein av berarunum, sum hevði dottið í grøvina um ikki onkur í síðstu løtu hevði tikið í hann.

 

Andreas Lützen

Andreas Christian Lützen, pápi Ingeborg og sonur Ommu Lüt, er føddur 1875, sonur Nichels og Sigrid Mariu.

Hann fer til Havnar at ganga í skúla, og fer síðani í handilin hjá pápabeiggjanum Jacob Lützen í Havn. Hann giftist 9. november 1905 í Miðvágs kirkju við Honnu Jolinu Niclasen f. 1884 dóttir Dánial í Norðurstovu í Sørvági. Í Miðvági fáa tey tvær døtrar, Marionnu og Sigrid Mariu, og byggja sær hús. Andreas arbeiðir hesi ár í handlinum hjá sváginum Rasmus Niclasen, og tá hetta handilsvirki í 1908 verður umskipað til partafelag, er Andreas bókhaldari og ein av partaeigarunum.

Í 1912 doyr pápin, Nichels, sum í nøkur ár hevði rikið handilin í Klaksvík saman við ver­soninum Mourits Winther. Andreas fer aftur til Klaksvík­ar at yvirtaka pápans part saman við beiggjanum Svend. Hús­ini í Miðvági verða seld, og verða eftir umbygging embætis­hús hjá nýstovnaða distrikts­lækna­embætinum í Vágum.

Eftir nøkur ár tekur Mourits seg úr handlinum, og Andreas og Svend halda fram undir navninum Brøður Lützen.

Andreas var ein impulsivur maður, sum hevði hug at royna nýggjar leiðir innan handils­skap, og tíðin aftaná veraldar­bardagan, var helst eisini ein uppgangstíð, framtíðin sá bjørt út. Handilin gongur væl. Umframt reiðaravirksemi og vanligt handils­virksemi verður roynt at importera vøru beinleiðis úr Spania, vøra sum varð goymd í Spaniastovuni í stóru handils­húsunum. Eisini varð ein Toystova gjørd.

 

Í Mondul 1984 nr. 1 lesa vit hetta:

Í tí sunnasta húsinum, har handil var í niðastu hædd og goymsla á aðru hædd, verður innrættað eitt fyri føroysk viðurskifti eina­standandi rúm í nýklassiskum stíli í helvtini av tí langa goymslu­rúminum.

Magnus Dam Jacobsen, á Kamarinum í Havn, var tann byggilistarligi leiðarin. Rúmið, ið varð innrættað til toystovu, er prýtt við útskornum stólpum, prýðiligum listum, pilastrum við útskornum kannelurum og rosettum. Millum bjálkarnar hava Eliesar Olsen, Jens Christian Guttesen og helst eisini Svend Lützen málað 17 smáar málningar við motivum úr umhvørvinum kring Klaksvíkshandilin og aðra­staðni úr Føroyum.

Uppgangstíðin tók ein enda við Wall Street krakkinum, og ein av fyritøkunum í Føroyum, ið kom illa fyri var so Klaksvíkshandilin, sum lat aftur í 1931.

Kjølbro var sum ungur maður upplærdur úti í Klaksvík, og nú Andreas 56 ára gamal skuldi finna sær annað arbeiði, gjørdist hann kontórmaður hjá Kjølbro.

Andreas doyr í oktober 1941, og fekk eina heldur dramatiska jarðarferð, sum hevur verið nógv umrødd. Her kunnu vit lesa, hvat Janus Djurhuus skrivar til Rigmor, systir Andreas, um hendingina. Hon var stødd í Suðuroy um tað mundið. (Tikið úr bókini J. H. O. Djurhuus Ein bókmentalig ævisøga eftir Hanus Andreassen)

 

Jarðaferðin

Klaksvík

10. Oktober 1941

 

Kæra Rigmor!

 

Í dag hendi tað, ið eg havi vænt­að leingi. Fylgið ið fylgdi bróður tínum til gravar var komið o.u. har húsini hjá Kvalvík liggja, tá kom flúgvumaskinan yvir háls. Heldur lítil maskina, líkfylgi spjaddist í panik. Kvinnur og børn grótu, hálvsvímaðu, menninir ikki stórt frægari. Eg gekk heilt aftarlaga, við síðuna á Ewald og konu hansara, vit søktu inn í eitt hús har í nánd. So hoyrdist maskingeverini, hon tveitti 5 bumbur, kajin klovnaði og Fugloyggin sakk, ein eingilskmaður fekk eina kúlu gjøgnum armin og hin lítla dóttir Sigurð, Kirstin, datt niður av einum borði og breyt sítt lítla lær. Fimm eingilskir trawlarar lógu við kaj.

Veðrið er klárt, men stormur.

Væl fyri teg, at tú ikki upplivdi hetta. Óhugnalig løta fyri øll, mest tó fyri næstrafólkini, serliga tíni systkin, konu Andrias og børnini.

Eg vænti flúgvara á Klaksvík í morgin og komandi dagar. Liva væl og halt teg longst møguligt í Suðuroy. Í Klaksvík er einki skýli, eingin luftalarm. Í Klaksvík ótu og drukku tey – har kundi einki henda. Størri tjørneyt enn forstandarskapið í Klaksvík skal leingi leitast eftir.

 

Well, keep smiling

 

J.H.

 

Egil var eisini gubbi Bjarna Lützen

Í dagbókini hjá Egili Djurhuus verður ofta nevndur gudsonurin Albert hjá Søren á Krákusteini, sum ofta vitjar hann. Hetta lá eisini væl fyri, tí Albert búði í Havn bert eitt hanagleiv frá Nólsoyarstovu, har Egil búði.

Men Egil átti so ein annan gudson eisini, og hetta var Bjarni, sonur Andreas Lützen. Hann var beiggi Ingeborg og sonur ommu Lüt, sum eisini var so dúglig at vitja Egil.

Bjarni var føddur 18. Mars 1916, og hann verður doyptur 20. august í Klaksvík. Prestur var Absalon Joensen.

Gubbar vóru, sum tað er skrásett:

Købmand O. F. Joensen, Klaksvig

Kontorist Karl Olsen, Klaksvig

Niels Winther, Klaksvig

Egil Djurhuus, Thorshavn

 

 

Gummur vóru

Fru Sigrid Lützen

Frk. Ingeborg Lützen.

 

Hetta sigur so, at Egil í august sama ár, sum hann fer til Dan­mark­ar at fáa sær heilsubót, hevur verið tann tá langa teinin í Klaksvík. Hann hevur tá givið Bjarna tað bikar í dópsgávu, sum hann sjálvur hevði fingið frá ættini.

Bjarni var upprunaliga fiski­maður, og hann gjørdist eisini skipari. Menn, sum hava siglt saman við honum, bera Bjarna alt gott.

Bjarni fekk rættiliga ungur prógv sum stýrimaður. Ein søga gongur um Bjarna og Jákup í Brekkuni. Bjarni hevði leigað Sjóborg, og førdi hana sjálvur við last til Aberdeen. Fram komnir hevði Bjarni gjørt seg til at fara í býin, var farin skjótt frá báti, uttan at eftirlíka teirra umbøn um forskot . Jákup í Brekkuni og nakrir aðrir vistu at teir mundu finna Bjarna á Bon Accord, har skipararnir plagdu at fara. Tá teir komu hagar, sluppu teir ikki so langt inn, tí teir ikki vóru hóskandi ílætnir, men nóg langt inn til at veittra til Bjarna og rópa Hey skipper! Bjarni reistist frá borðinum, og kom yvur til teirra. Hann fór í mappuna, og látandi sum hann stillisliga taldi seðlar upp - gestirnir skuldu jú helst ikki varnast tað, sum fór fram - segði hann: ”Tú Jákup í Brekkuni sjúgva tær út hiðani - please” og Jákup svaraði siðaliga ”Thank You very much” tá teir fóru avstað. Vit vita at Jákup í Brekkuni gekk burtur við eingilska trolaranum Ocean Victor í 1941. Hendingin í Aberdeen er so farin fram, tá Bjarni hevur verið í mesta lagi 25 ár.

Men Bjarni vildi nakað annað, og hann varð ein sjálvlesandi studentur við Janus Djurhuus, sakførara, sum vegleiðari.

Aftaná kríggið fer hann niður at lesa jura. Hetta var roknað fyri at vera so mikið sjáldsamt, at hann fekk umrøðu á forsíðuna av Politiken. Yvirskriftin var nakað so: Fiskeskipper bliver jurist.

Bjarni giftist við Vibeke, sum seinni gjørdist lækni,. Fyrst í 50-unum kemur hann aftur til Klaksvíkar, har hann verður sak­førari. Hann byggir eisini Atlantis Bio í Klaksvík.

Hetta er tann tíðin, tá ið nógv sild er at fáa við gørnum norðan­fyri Føroyar. Bjarni setur saman við øðrum tunnuvirki á stovn.

Í teimum árunum var nógv at gera hjá einum juristi í Klaksvík. Klaksvíksstríðið leikaði á, og hann førdi sak fyri onkran av teimum, ið kom fyri rættin, og sum helt sína lagnu vera í góðum hondum. Men í longdini man hann hava hildið tað vera nakað trongligt her í tí yrkinum. Janus Djurhuus royndi eisini at virka sum advokatur í Klaksvík, og onkur hevur roynt eftir hann uttan at støðast.

Tá kona Bjarna fekk arbeiði á Landssjúkrahúsinum, flutti hann til Havnar, og hann fylgdi henni eisini til Danmarkar seinni.

Bjarni er deyður fyri einum 25 árum síðani.

 

 

--------------------

 

 

Faktorin og »Caprice«

 

J. Símun Hansen hevur í síni frálíku bók Havið og Vit 1 eina nágreiniliga frásøgn um fyritøkuna og menninar aftanfyri Caprice. Hetta er so ein frásøgn, sum eisini lýsir ein part av virksemi­num hjá Faktorinum

 

Hetta er ein søga um ótroyttiligar menn, sum trúðu uppá eina fiski­veiðu í Føroyum. Fyrsta royndin í Norðoyggjum varð gjørd í 1864 við "Emmu Dortheu" hjá Jørgen Bechs handil, men henda roynd var miseydnað og J Símun Hansen greiðir m.a. víðari frá:

Sama árið verður fyrsta fiskivinnufelag stovnað: “Norderø Fiskeri- og Skibs Selskab af 1865” og millum høvuðsmenninar her er J. C. Djurhuus, sum ikki hevði mist álitið á ta nýggju vinnu­lívsgrein, skipsfiskiskapin. Tá menn árið eftir fara at tekna aktiur til nýtt fiskiskip, tekur at kalla hvør maður undir.

Nógv tilfari er til um hesa fyritøku og her skal bert okkurt verða nevnt. Viðtøkurnar hjá felagnum verða endurgivnar í Havið og Vit I, og eru tær sera nágreiniligar og professionellar.

Eisini er eitt yvirlit yvir parta­eigararnar og eru teir ikki færri enn 100, fyrst og fremst úr Norð­oyggjum, men eisini úr Eystur­oynni. Jóhannes Joensen, ein av stigtakarunum, av Trølla­nesi, pápi hansara og tríggir brøður hansara vóru eisini við í fyritøkuni.

Av Trøllanesi var eisini Absa­lon Guttormsen ein av undan­gongumonnunum í hesi ætlan.

 

Caprice fer til

Íslands at fiska

Í november 1865 fer Jóhannes til Onglands, keypir skonnartina Caprice (63 register tons). í Southampton, ger hana í stand og 3. mai 1866 er hann á Klaksvík við skipinum.

Caprice verður nú útgjørd at fara avstað. Síðsta mai keypa teir útgerð, m.a. 22 toskalínur à 70 favnar, húkar, salt og eikitunnur at salta uppí. Leiðin gekk til Íslands at royna við línu og snøri, men so nógvur var ísurin har uppi, at teir ongantíð fingu samband við land, ei heldur roynt fyri ísi, og máttu sostatt venda aftur – hvassir. 18. juni eru teir longu aftur. Seinast í juni fer Caprice út undir Føroyum, fær 19 toskar fyrsta dagin, men longu 2. juli er hon inni í Lerwick, selur bæði fisk og salt og fer í farmasigling. Fiskisøgan hjá Caprice er longu endað!

 

Fýra ára brævaskifti:

Fyrsta túrin við farmi fer Caprice til Trondhjem longu eina viku eftir, at teir eru komnir til Lerwick. Nú helmar ikki í. Teir eru t.d. í Hamburg, Leith, og gera tveir túrar til Spaniu hetta fyrsta árið. Men farmagjøldini vóru lág, og hartil var Caprice ikki í øllum førum vælhóskandi sum farmaskip. Hon var ov djúp, og peningaliga úrtøkan var tí ofta ikki so stór. Jóhannes og faktor Djurhuus skriva av og á sínámillum. Brøvini eru vinarlig og tykist ongin misskiljing at vera millum Jóhannes og hann ta fyrstu tíðina. Ímeðan heldur Caprice á at sigla við farmi eisini næsta ár.

Heima høvdu teir væntað Caprice at komið til Føroya. Tá teir frætta, at Jóhannes ikki kemur heimaftur í 1867 og heldur ikki ætlar sær at koma næsta ár, gerast teir rísnir her heima og skriva honum bræv, har teir undrast yvir ikki at hava frætt frá honum og yvir ikki hava fingið nakran roknskap heldur.

 

Svarið frá J. Johnson er skrivað 18. juni sama ár

Tað er langt og sett upp sum ein verjurøða móti teim atfinningum, sum gjørdar verða móti honum. Hann kallar bræv teirra “et Skræmmebrev,” spyr hví teir ikki áður hava kravt roknskapin. Jóhannes skrivar um ta skuld, hann vil koma í, um hann kemur til Føroyar, tí hann skal jú betala løn og kost til manning. Peningur er ongin til góðar, sigur John Johnson, sum hann nú kallar seg, tí nú hevur hann riggað Caprice um til rætta skonnart og fingið øll segl gjørd av nýggjum. Hann vónar tó at koma til Føroya næsta vár. Ímeðan vil hann royna at fáa nakað av peningi at loypa av.

Brævið, sum er skrivað í Grikkalandi, endar soleiðis:

"Men dersom der en mangel paa Tiltro, da er min Skrivning forgjæves; dog førend I tager en anden Vej, saa er det mit Raad, at I vil overveje det. Jeg forlanger ingen Eftergivenhed, men ikkuns hvad jeg haaber, at I ikke vil nægte mig: En betænkt, retfærdig Dom.

Med hilsen og agtelse,

Deres forbundne

John Johnson.

 

Ein av grundunum til, at vátt kemur í reiðrið, er tann, at tvey brøv frá Jóhannes eru nógv seink­að og koma ikki fram, fyrr enn stjórnin í felagnum hevur sent brævið 18. Apríl 1868. Í hesum seinkaður brøvunum hevur Jóhannes ein fyribils roknskap yvir inntøkur og útreiðslur hjá Caprice.

Annars draga teir hvør sína línu: Norðingar hugsa mest um fiskiskap, meðan Jóhannes hugsar mest um at fáa nakað burturúr peningaliga, og her heldur hann farmasiglingina vera tryggari vinnuveg enn fiskiskap.

Jóhannes heldur á at pløga høvini við síni stoltu Caprice, skrivar heim, sendir pening og roknskap. Brøvini eru skrivað í ymsum býum í Onglandi, New Foundlandi, Canarisku oyggjun­um, Azorunum, Cadis. 1869 kem­ur, men ongin Caprice. Tá gekk tolið út hjá monnum. Á aðalfundi 19. oktober verður skriv sett saman og sent Johannesi, har hann fær tvinnar treytir. Antin keypir hann hinar partaeigararnar úr fyritøk­uni ella skal hann keypast úr.

Jóhannes fær brævið í januar 1870 og skrivar aftur úr Grikka­landi, at hann fegin vil lata seg keypa úr felagnum, og at hetta skal greiðast, tá hann í apríl kemur aftur til Føroya.

Ongin Caprice kom á hesum sinni. Í teim fyrstu døgum av juni kom tó bræv. Tað er skrivað í Leith 8. mai, og her sigur Jóhannes frá, at hann hevur sligið av at koma til Føroyar í ár. Ætlan sín hevði verið at farið til Onglands og har fermt salt og epli til Føroyar, men so slerdi hann av at fara til Onglands beinan­vegin. Hann hevði í so fall verið noyddur at ligið stillur í 3 mánaðir. Caprice fór so ístaðin at sigla við vøru á Svartahavinum allan veturin.

Ferðin heim til Onglands hevði gingið nógv longur enn væntað, hann kom ikki hagar fyrr enn í apríl, men tá vísti tað seg, at bæði salt og epli vóru dýr og farma­gjøldini lág. Tað hevði ikki lønað seg at gjørt túrin til Føroya. Tað hevði verið ov seint til, at Caprice hevði kunnað farið til fiskiskap.

Jóhannes leggur afturat, at hann hevur frætt frá ringum tíðum í Føroyum, at sluppin “Surprice” er seld fyri hálvan prís. Hann er vegna tær ringu tíðir í Føroyum bangin fyri ikki at fáa peningin, um hann kemur til Føroya við ongum farmi. Jóhannes endar brævið við at siga, at hann nú hevur tikið farm til tær Canarisku oyggjarnar og vónar við Guds hjálp at kunna koma heim til Føroyar komandi vár. Hann sendir 50 £, sum teir kunnu hava antin til at útbetala teim misnøgdu ella til at betala rentur við.

 

Tolið gongur undan

Hesi tíðindi gjørdu enda á øllum vónum um samarbeiði millum partarnar. Nú vóru teir sviknir í fýra ár og krógva als ikki, at teir ynskja at skiljast, jú fyrr, jú betur. Nakrar fáar dagar eftir at brævið frá Jóhannesi er teim í honum, senda teir honum svar, har teir ilskast um undanførslurnar fyri ikki at koma til Føroya við skipinum. Tað, teir hava áhuga fyri, er at fáa skipið heim og at fáa eina skipara til at fiska við skipinum. Tí nú er fiskiskapur farin at gerast ein lønandi vinna.

7. okt. skrivar Jóhannes aftur úr Seville í Spaniu og er hetta helst seinasta brævið, sum teir skriva sínámillum. Brævið frá Jóhannes er aftur sett upp sum ein verjurøða; har hann sigur seg hava havt sum fremsta endamál at verja áhugamálini hjá partaeigarunum. Men hann vil fegin gera reint borð.

Jóhannes endar brævið við at siga, hvussu ferðaætlanin liggur, til hann kemur heim: London, Canarisku oyggjarnar, St. John í New Foundlandi, Vianna í Portugal, Onglandi og Føroyar. Sum sagt endar brævskrivingin her; men tað skilst, at onnur brøv eru skrivað millum Jóhannes og Faktor Djurhuus; tey eru tó neyvan til longur.

 

Caprice aftur á Klaksvík

Í mai 1871 var Caprice aftur á Vánni fermd við eplum og salti. 26. mai 1871 var sølusáttmálin undirskrivaður, har Johannes keypir skipið. Uppgerðirnar standa í Havið og Vit.

Tað sum undrar er annars, at í seinasta brævinum sigur Johannes seg fegnan vilja selja sín part til hinar partareigararnar, og hetta høvdu teir eisini sett fram sum ein av tveimum møgu­leikum. Og við tí byrjandi góða fiskiskapinum skuldi hetta verið ein upplagdur endi á hesum máli. Hóast hetta so gongur tað beint mótsatt.

Nú vóru allir fagrir dreymar foknir. Men peningaligt tap høvdu teir ikki havt kortini. Hvør, sum vildi, fekk sítt, og 20% í rentu fingu allir. 24 mans úr Mikladali, úr Kunoy og av Trøllanesi lótu allar sínar aktiur (90 à 10Rd) standa eftir í skipinum “- paa tab eller Vinding, ifald John Johnson bliver ved med at føre Caprice“, og teir fingu váttað skuldarbræv uppá peningin.

Fyrst í juli 1871 fór Union Jack á stong. Jóhannes átti nú skipið sjálvur, burtursæð frá teim 2565 Rd, sum felagið hevði fingið skuldarbræv uppá og so teir 900 Rd, sum teir 24 høvdu latið staðið eftir í skipinum. Nevndu 2565 Rd komu várið eftir; annar spurningur er, hvussu gekk við teim 900 Rd.

Óeydnislig var henda roynd. Herviligt ísár í Íslandi og fiska­loysi undir Føroyum og so selja teir skipið, júst tá tey góðu fiski­­árini koma í 1870-unum, og skipsfiskiskapurin av álvara fer at gerast lønandi.

 

Hvør var nú Jóhannes?

Hann er føddur á Trøllanesi 30. Juli 1829, sonur Jógvan bónda í Innistovu, Fuglfjarðar-Jógvan kallaður og Elsebeth Simonsen, bóndadóttur í Innistovu. Jógvan var bókligur maður, verður sagt og lærdi í mong ár børnini har í bygdini at lesa og skriva. Hann royndi eisini at útvega teim meir kunnleika, enn hann sjálvur var førur fyri at geva teimum.

Trøllanesmenn vóru komnir inn í Bø (Klaksvík) til handils. Har lá ein donsk bark, sum sóknaðist eftir einum manni. Jóhannes, sum tá var ungur drongur, vildi fegin sleppa við og slapp eisini. Jóhannes man hava verið nakað leingi burtur, tí tá hann kom aftur á Klaksvík, skuldi skiparin siga, at nú var Jóhannes líka góður maður sum hann og kundi vera kapteynur.

Tá Jóhannes hevði lært til stýrimann og kom aftur í Kals­oynna til Syðradals, segði hann syðradalsmonnum, at teir høvdu skeivan middag, men nú skuldi hann forandra teimum strikið.

Hann man hava lært til stýri­mann í Danmark, men er síðan farin til Onglands, og tá hann kemur aftur til Føroyar í 1865 at ferðast, er hann giftur og eigur ungan son, John. Jóhannes var tá búsitandi í Leith, Shore 55.

Í Mikladali heldur hann heima­­brúð­leyp og bjóðar allari Kalsoynni.

Hann kom til skaða umborð og 1. dec 1877 situr konan einkja.

Hann eigur eftirkomarar. Lang­abbasonurin John Johnson hevur verið í Føroyum og ferðast.

 

 

-----------------

 

 

Komandi partur

Komandi Miðvika verður meira søga um ættina hjá Símin uttan Garða. Vit greiða frá søguni hjá abbasoninum Símun á Høgabóli