Hondbóltur
Trýstið er av álvara lagt á VÍF, tá tær sunnudagin fara til Klaksvíkar, har tær annað vikuskiftið á rað skulu spæla móti einum liði, sum verður roknað millum teirra, sum hava avgjørdan møguleika at taka gull í landskappingini.
Og eftir tepra tapið fyri VB seinasta vikuskifti eru treytirnar hjá VÍF somikið greiðar, at tær neyvan vóru øðrvísi, um talan var um steypakapping. Snøgt sagt, so er tað nú »vinn ella forsvinn« hjá VÍF, sum undan dystinum er fýra stig aftan fyri Stjørnuna.
Hjá heimaliðnum er sjálvandi eisini trýst á, men tó ikki á sama hátt. Sjálvsagt vildi tað verið eitt stórt stig fram móti gullmerkjunum, um Stjørnan fær bæði stigini her, men hinvegni er tað ikki nøkur vanlukka, um dysturin verður taptur. Hvussu víkir og vendir, so eru klaksvíkskvinnurnar eisini fremstar eftir vikuskiftið, men spurningurin er so bara, um tað er við einum ella trimum stigum.
Og líkt er til, at allar kanónir hjá báðum pørtum verða riggaðar til undan brakinum. Hjá VÍF tykist einasta ivamálið vera Fríða Marjunardóttir. Hon hevur seinastu longu tíðina drigist við ein treiskan vøddaskaða, men tað er lítið at ivast í, at tey í Vestmanna royna at pjøssa hana saman til dystin. Um tað so er nóg mikið til 60 minuttir er so nakað annað.
Og eisini í Klaksvík verður alt gjørt, til tess at fáa allar leikarar klárar til dystin. Annika Ljósstein og Lidia Vjvalijic hava báðar havt onkrar trupulleikar seinastu vikurnar, men tær verða so í øllum førum á vøllinum sunnudagin.
Tað sama verður nýggi trumfurin hjá Stjørnuni kanska eisini. Alina Olaru, sum fyri góðum mánaði síðani gjørdi av at skifta til VÍF úr StÍF, kom hósdagin aftur til landið. Enn hevur hon so bara vant einaferð saman við nýggju liðfeløgunum, so tað kann neyvan roknast við, at hon fær nakran avgerandi leiklut álagdan, men hon verður so við í hópinum sunnudagin.
Søljan stevnir uppeftir
Er spenningur í oddinum, so er hann tað so sanniliga eisni í botninum av talvuni, tó at talan so neyvan verðu um niðurflyting fyri nakran av pørtunum.
Serliga tykist spenningurin um hetta stórur í Vágoynni, har Søljan nú tykist vera í ferð við at lyfta seg úr botninum. Seinasta dystin í grundspælinum vunnu tær á StÍF á Skála, og nú stendur júst sama uppgáva fyri framman. Megnar Søljan at vinna her, so eru útlitini fyri at lyfta seg upp á fimta plássið ikki heilt eingi, og eydnast tað, so er tað í øllum førum eitt stórt herðaklapp til felagið, sum annars hevur tað sera tungt í bestu deildini.
Seinasti dysturin um vikuskiftið er tann í Vági millum VB og Kyndil. Her er einki at ivast í, at VB fer avstað við sigrinum, og spurningurin er helst einamest, hvørt VB fer at leggja doyðin á at vinna sær eina betri málúrtøku, ella um tær fara at taka sær meira lætt fyri.
Í hinum báðum dystunum, sum