LÍV keypir helmingin av Fastogn frá SMS

Nú eiga Eikgrunnurin og Føroya Lísvtrygging fastognarfelagið P/F Fastogn, sum eigur nógva bygnar í Føroyum, eitt nú SMS

VINNA: P/F Fastogn, ið er Føroya størsta fastognarfelag, hevur nú eina nýggja eigarasamanseting. Tað er greitt, eftir at SMS hevur selt sín helming av felagnum til Føroya Lívstrygging. Hin helmingin, sum Kaupthing átti, eigur Eikgrunnurin.

P/F Fastogn eigur nógvar bygningar í Føroyum, millum størustu aktivini eru bygningurin hjá SMS og Handilskjarnin í Havn.

- Eftirlønarfeløg gera vanliga íløgur í fastogn, men higartil hava vit í minni mun gjørt íløgur í føroyska fastogn. Tí vilja vit fegin gera hesa langtíðaríløguna í eina sera væl rikna fyritøku við góðum menningarmøguleikum, sigur Tummas Eliasen, stjóri í LÍV í tíðindaskrivi frá EIk.

Hann heldur, at keypið av helminginum av fastogn hóskar væl til virksemisprofilin hjá LÍV.

- Okkara felag fæst fyrst og fremst við handil, og tí hóskar tað sera væl, at LÍV nú keypir okkara ognarpart í P/F Fastogn. Nú hava vit størri rásarúm at reka høvuðsvirksemið hjá P/F SMS, sigur Niels Mortensen, ið sær íløguna í P/F Fastogn sum eina góða langtíðaríløgu.

Partarnir vilja kortini ikki upplýsa keypsprísin.

Kristian Petersen, leiðari á Eik Investment Bankin, ið hevur staðið fyri handlinum, sigur, at leiðslan í felagnum heldur fram. Evy Jacobsen er stjóri í Felagnum.

Eftir handilin eru tað Eik Grunnurin og Føroya Lívstrygging (LÍV), sum eiga P/F Fastogn við 50 prosentum í part.

P/F Fastogn varð stovnað í 2003. Felagið fæst við íløgur í fastogn, bæði keyp av verandi bygningum og gerð av bygningum við útleigan fyri eyga.