Lív og Páll eru stjørnuskotini

Lív Arge úr HB og Páll A. Klettskarð úr KÍ eru í kvøld kosin at vera stjørnuskotini í 2012.

-Hetta var ein stórur heiður, sum eg ikki hevði roknað við. Í HB eru vit nógvir ungir spælarar, og vit fara næsta ár at royna at sleppa longri upp í støðutalvuna, segði Lív Arge.

Páll Klettskartð er ikki á Hvonn í kvøld. Tí var tað mamma hansara, Óluva Klettskarð, sum tók ímóti heiðursprógvinum fyri sonin.

-Stóra takk skulu tit hava, sum hava innstillað og kjósað Páll, og takk tit, sum eru rundanum føroyskan fótbólt. Eg havi hugt at fótbóltsdystunum hjá soninum, síðani hann var sjey ára gamal. Tað hevur altíð verið stuttligt, og tað er framvegis hugaligt, segði Óluva Klettskarð, sum sendi felagnum hjá Páll, KÍ, serliga heilsu.