Lív vunnið enn eitt steyp í Danmark

Lív S. Poulsen úr Vestmanna skoraði fimm mál í U19-steypafinaluni í Danmark

18 ára gamla Lív S. Poulsen úr Vestmanna er aftur steypavinnari í donskum hondbólti við liði sínum, Ikast-Herning.

VÍF skrivar á Facebook, at lámi føroyingurin skoraði fimm mál í 30-26 sigri á Horsens í finaluni fyri U19-lið.

Hetta steypið, kann Lív S. Poulsen leggja afturat steypakappingini frá í fjør og tveimum Danmarksmeistaraheitum hesi seinastu tvey árini.

Í fjør fekk hon fyrstu minuttirnar á fremsta liðnum hjá Herning Ikast, tá ið hon spældi tjúgu minuttir og skoraði eitt mál ímóti Ajax København. Herning-Ikast endaði við at vinna silvur í fremstu donsku deildini.

Í vikuni var hon enn einaferð úttikin til føroyska A-landsliðið, sum spælir ímóti Ukraina 25. og 29. mars. Lív fekk sín fyrsta dyst ímóti Póllandi í heyst, og hevur higartil spælt fýra dystir og skorað fýra mál.

Hoyr hvat Lív S. Poulsen segði við FM1 eftir fyrsta landsdystin í heyst við at trýsta her)

Sí eisini: Lív Poulsen um kappingarár: Enn eri eg ung og eg fari at njóta tað

Hagtøl: Ásbjørn Nielsson Nattestad