? Lívgar um virksemi í bygdini

Eyðvør Dam, bygdaráðformaður, er í sjeynda himli yvir, at eitt virkið flytir til kommununa. ? Hetta er fyrsta virkið í kommununi og tað er stuttligt at fólk flyta til Dals úr høvuðsstaðarøkinum, sigur hon

Sveinur Tróndarson


Kommunan er ikki tann størsta í landinum - 160 fólk íalt, og í báðum skúlunum tilsamans ganga færri enn tíggju børn.

Synd er at siga, at tað hevur verið stórvegis virksemi í kommununi til nú, og tí er ikki so løgið at skilja, at bygdaráðssformaðurin í Dali frøðist yvir, at lív kemur í.

? Tað er ótrúliga hugaligt at síggja, at virkið fólk flytir til bygdar. Tað hevur ikki verið nakað virkið í kommununi áður, og tí er tað serliga stuttligt at síggja.

Eyðvør frøðist, sum vera mann, um, at hetta er tað beint øvugta av tí sum vit siga er vanliga gongdin í landinum.

? Vit merkja tað serliga væl her suðuri, tí tá tey ungu eru liðug við barna- og framhaldsskúlan, flyta tey av oynni, og tað eru tey fægstu, sum koma aftur til bygdina. Tí er hetta serliga hugaligt, sigur Eyðvør Dam.

Fyri stuttum avgjørdu politikkarar at gera okkurt serligt fyri at stimbra fólki at flyta aftur í útjaðaran, men síðani er ikki so nógv hent á tí økinum.

Hetta er nakað, sum ber á tað borðið, men Eyðvør heldur, at júst henda flytingin vísir, at tað kann gera tað sama, hvat politikarar gera og siga, tí flytir fólk ikki til útjaðaran av egnum ávum, so er líkamikið hvat politikarar siga og gera.