Skálavík, Norðasti Hagi: Sjey kilometrar í beinari linju úr bygdini Skálavík, liggja húsini í Norðasti Hagi.
Páll í Dalsgarði, bóndi, og Laura Joensen plaga at gera túrar í Norðasta Haga við ferðafólki, bæði útlendingum og føroyskum, til eini fjarskotin hús, sum liggja beint niðri við sjóvarmálan.
Húsini hava ongar nýmótans hentleikar, tey eru, sum tá tey vórðu bygd, og sum vit koyra til Norðasta Haga í jeepinum hjá Pálli greiðir Laura okkum frá:
? Húsini eru um hundrað ára gomul. Tey hava ongar nýmótanshentleikar. Onki wc, onki el, onga telefon, onki sjónvarp, og tú noyðist út á bukkuna og yvir í ánna at vaska tær ella verður tað til "etaguvask" við vaskifati.
Vit koyra á einum vegi, sum er gjørdur av grúsi. Páll hevur sjálvur gravað vegin við einum bulldosara, sum hann lænti fyri fleiri árum síðani. Vegurin er langur og knortlutur, og ein vanligur bilur hevði ongantíð klárað vegin fram. Hetta kann sanniliga kallast fyri "off-road" koyring.
Føroyskan mat
Til garðin, sum Páll hevur fest eftir pápabeiggja sín, hoyra umleið 480 seyðir. Og tí liggur væl fyri at borðreiða við góðum føroyskum mati til teir mongu gestirnar, sum vitja um sumrarnar.
? Tað eru mest bólkar, sum gera henda túrin. Sum oftast gista tey eitt vikuskifti. Okkara áhugi er at gera teimum mat, og borðreiða føroyskan mat fyri teimum, sum er frá sjálvum garðinum, verður greitt frá.
Pláss eru til umleið 10 - 14 gistandi í húsunum í Norðasta Haga. Páll og Laura hava havt upp til 30 fólk, men tá hava tey havt telt og nýtt gróthúsið afturat at sova í. Kunningarstovan skipar fyri fleiri túrum um sumrarnar, og eisini eru fleiri dagtúrar á skránni. Tá verður til dømis komið við báti til Skopunar, og síðani gingið til húsini í Norðasta haga, har Laura og Páll borðreiða við alskyns góðum mati áðrenn leiðin gongur til Skálavíkar. Eisini gongur túrurin onkuntíð hinvegin, og tá verður gingið úr Skálavík í Norðasta Haga og síðani til Skopunar gjøgnum Dysjurnar og síðani við Teistanum aftur á Gomlu Rætt.
Onkuntíð hava heil arbeiðspláss verið á vitjan, og til ber at borðreiða fyri eini 30 fólkum inni. Eru líkindini góð kann talið á útferðarfólki væl størri. Tá verður borðreitt uttanfyri. Størsta tal, ið hevur vitað, eru umleið 80 fólk. Tað er eisini fleiri ferðir komið fyri, at ferðafólkini eru antin komin ella farin avstað við sluppini Norðlýsið, sum kann leggja at niðri við eini náttúrligari lending, sum er stutt frá húsunum.
? Skipað verður fyri fleiri túrum um árið. Vit plaga at gera ein drunnhvítatúr í juli mánaði, ein gongutúr uppá Tind, sum er hægsta fjall á Sandoynni og aðrastaðni. Tað sigst, at ein góðveðursdag kanst tú síggja sjey kirkjur, tá tú stendur ovast uppi. Nú er onkur tó komin afturat. Eisini plaga vit viðhvørt at ganga út undir Borg, sum er nær við, greiðir Laura frá. Hon er tann meira prátingarsama, meðan Páll er ein friðaligur, men stak fyrikomandi og fryntligur maður.
? Vit eru ofta úti í húsinum um summarið og um heystið tá raksturin kemur fyri. Hagin hjá Dalsgarði er eini 900 hektarar, so tað er ikki heilt lítið. Tá farið verður í Norðasta Haga, plaga Laura og Páll eisini at gera gongutúrar frá sjálvum húsunum. Tá verður ofta farið niðan í Dysjarnar ella til Hvalnes, sum eisini liggur nær við. Økið rundanum er sera friðarligt við ríkum fuglalendi og plantulívi.
Abbi Páll bygdi húsini í 1910, og Páll festi í 1971. Abbi Páll sat heili 60 ár á garðinum, áðrenn nakar tók yvir.
Lata væl at
Ein kolkomfýrur verður brúktur til at matgera á, og til hita eru gassbluss afturat. Og ein noyðist, sum sagt, út í ánna at vaska sær meðan ein býr í húsunum í Norðasta haga.
? Lívið gerst nógv einfaldari á henda hátt. Flestu fartelefonirnar røkka heldur ikki norð, og tú noyðist eitt petti frá húsunum um sambandið skal røkka. Men fólk lata væl at. Vit hoyra ofta aftur frá fólki, bæði útlendingum og føroyingum, sum hava verið túrin.
? Tað er nógv lættari at hava nógvar gestir har úti enn tað er heima við hús, heldur Laura. - Tíðin fellur lættari.
Vit hava nú koyrt í góðan hálvan tíma, og vit steðga nú jeepinum. Vegurin heldur fram eitt fitt strekki afturat. Runt um hamaran, sum vit nú standa á, og omaneftir framvið hamrinum longri niðri.
Tað er kalt í veðrinum, sjálvt um sólin sær. Eitt sindur av vindi er, men útsýnið er frálíkt. Vit síggja niður á húsini, sum standa eitt lítið petti frá sjóvarmálanum, og við síðuna av húsunum stendur ein hjallur og eitt gróthús. Takið er eitt sindur illa farið av vetrinum, men tað verður gjørt í stand aftur, áðrenn summarið kemur.
Páll tekur kikaran fram, sum vit standa og práta. Vit síggja Teistan fara av Gomlu Rætt og framvið Heystoynni. Og í kikaranum telur Páll heili 11 russarar á Nólsoyarfirði.
Rundanum húsini er náttúran ógvuliga vøkur.
? Tað er ógvuliga ymiskt, hvat vit plaga at gera her, tá fólk eru her. Alt eftir, hvat fólkið hevur áhuga fyri. Her eru nógvar plantur, lundaland og møguleiki er eisini fyri fleiri gongutúrum, greiðir Laura frá.
Høgt er útav hamrinum, men friðarligt er. Ógvuliga friðarligt, og tað hoyrist ikki nógv annað enn ljóð frá náttúruni. So tað liggur væl fyri at njóta tann góða friðin, og lurta eftir fuglunum og aldubrotinum, sjálvt um vit standa ein fitt petti frá sjóvarmálanum.
Vit koyra síðani aftur til Skálavíkar. Teinurin tykist heldur stytri, nú vit eru á veg heimaftur, men hann er framvegis eins knortlutur, og tað kann tykjast eitt sindur løgið, at jeepurin ikki punkterar. Men tað er ongin trupulleiki. Vit koma aftur til Skálavíkar, og borðreitt verður við kjøti frá garðinum, sum hevur steikt saman við eplum í ovninum meðan vit hava verið burtur. Tað smakkar óføra væl, so til ber bara til at ímynda sær, hvussu tað man vera at sita í friði og náðum í Norðasta Haga og njóta ein góðan føroyskan bita ein góðan summardag.