Lívið hjá Súna Schwartz kann býtast upp í 4 tíðarskeið, sum øll eru uppá 11 ár. Súni er føddur 24. oktober í 1963, í Klaksvík. Tey fyrstu 11 árini búði hann í Klaksvík. Mamma Súna; Noomi er ættað úr Klaksvík. Í 1974 byrjaði pápi Súna; Schwartz, sum er ættaður úr Norðragøtu uppá at framleiða vindeygu og hurðar úr plasti og aluminium í virkinum Alu-Plast í Norðragøtu. Tá flutti familjan yvir um fjørð. Tíðarskeiðið 1974-1985 búði Súni so í Norðragøtu. Súni er yngstur av trimum brøðrum. Hinir báðir eru Richard og Amaliel. Lestrarárini 1985-1996 búði Súni í Danmark. Og hesi síðstu 11 árini hevur Súni búð í Føroyum, síðstu 9 árini á Argjum. Meðan grannalondini hava síni “Seven-Eleven”, hevur Súni sítt egna “Four-Eleven”
Las ikki nógv sum barn
Barnaárini, og tey fyrstu ungdómsárini legði Súni ikki nógv í at lesa. Fakta er, at hann skulkaði longu tann fyrsta skúladagin. Tað námsfrøðiliga lá ikki so frammaliga í huganum hjá lærarunum afturi í 1970. Súni bleiv, sum so mangur annar næmingur, ið var lámur, tvungin at skriva við høgru hond. Tað var lærarapolitikkur meginpartin av 20. øld. “Men so dugi eg líka væl at skriva við báðum hondum, og so kann ein skifta ímillum, og ikki fáa gøð!” sigur Súni við einum skeivum smíli. Bøkurnar blivu ikki nógv gloppaðar hesi árini. Hvørki í barnaskúlanum í Klaksvík, ella við Gøtugjógv. Og ikki var Súni tann, sum hevði gjørt mest við tað, tá hann tók realprógv í Fuglafjarða Skúla, í 1980. Súni tók sær eitt arbeiðsár eftir realskúlaárini í Fuglafirði. Tá hendi nakað, sum fekk lesi- og lestrarhugin hjá Súna í eina jaliga og fasta legu.
HF var byrjanin
Hetta árið var Súni m.a. til skips við Sjúrði Tollakssyni, og arbeiddi hann eisini á Alu-Plast hjá pápanum. Í tíðarskeiðum koyrdi hann eisini gravkúgv og lastbil. “Súni hevur bensin í blóðinum” plagdi Heri Thomsen í Gøtu at siga um Súna tá. Vakri Audi6 bilurin í túninum mótsigur ikki orðunum hjá Hera Thomsen. Frá barna- og ungdómsárunum hevur Súni havt ein góðan vin, sum í dag býr á Strondum. Talan er um Andrass Gregersen. Pápi Andrass; Poul Gregersen bað Súna vælsignaðan fara á HF saman við Andrassi: “So Andrass kann fáa eina útbúgving!” sum Poul segði so rámliga. Men tá vendi lesi- og lestrarhugurin hjá Súna, serliga í teimum matematisku fakunum. Hann byrjaði at lesa, og súgva til sín. Nú var áhugin fyri lesnaðinum vaktur. Tað, sum var ein byrða í barnaárunum, gjørdist ein frægd. HF var væl yvirstaðið í 1983. Eitt ár seinni hevði Súni avgreitt HH uppá 1 ár. Næsta árið arbeiddi hann á kontórinum hjá Nyki á Toftum. 23. august í 1985 giftist hann Anitu Solmunde úr Søldarfirði, og so gekk leiðin til niður til Danmarkar at lesa!
Jútland runt
“Fáur man verða betri jútlendingur enn eg. Tí eg havi verið búsettur bæði í Suður-Jútlandi, Eystur-Jútlandi, og í Himmerlandi sunnanfyri Ålborg.” Árini 1985-1988 tók Súni HA í Sønderborg, á oynni Als, í Suður-Jútlandi. Árini 1988-1990 tók Súni Cand.merc.aud. í Århus. Árini 1990-1996 arbeiddi og las Súni í Ålborg. Hesi árini vóru hann og familjan búsett í Støvring, sum liggur sunnanfyri Ålborg. Súni starvaðist hesi árini hjá KPMG í Ålborg, og í 1995 gjørdist hann ríkisgóðkendur grannskoðari, ella statsautoriseraður revisor, um ein vil! Árini í Jútlandi vóru góð, og tey stórtrivust. Tey hava enn nógv vinarbond við gamlar grannar, og starvsfelagar. Og verður vitja hjá hvørjum øðrum, bæði í Danmark og Føroyum. Súni hyggur út í tað regntunga og myrka føroyska heystarveðrið, og suffar: “Og so er veðrið so nógv betri niðri.”, og tað er skilligt, at veðrið er ikki orsøkin til, at hann kom heim aftur á klettarnar.
Pauli Ellefsen lokkaði
Súni tilskrivar garvaða grannskoðaranum; Paula Ellefsen æruna fyri, at hann og Anita fluttu heim aftur til Føroya. Tí Súni stórtreivst hjá KPMG í Ålborg. Súni byrjaði hjá KPMG í Havn í 1996. Og í 1999 gjørdist hann partnari í KPMG. Ein av álitispostunum hjá Súna hesi umleið 10 árini hjá KPMG í Føroyum var at verða grannskoðari hjá P/F Føroya Banka. Hetta opnaði so við tíðini dyrnar inn til stjórasessin í Føroya Banka. Og hann setti Súni seg í tann 1. februar í 2006. Og sigast má, at talan hevur verið um eina stóra avgerð hjá Súna. Tí Súni átti við árslok 2005, so nógv, sum 25% av KPMG-fyritøkuni í Føroyum. Henda fyritøkan hevur nú broytt navn til SPEKT. Men vágin vinnur siga tey klóku. Og Súni følir, at hann hevur tikið røttu avgerðina!
Hevur ávirkan
Tað krevur sín mann, og tað krevur sína tíð at sita í stjórasessinum í Føroya Banka. “9 til 17” er ein ókendur faktorur hjá einum stjóra í Føroya Banka. Viðhvørt má ein eisini taka avgerðir, sum seta spor og merkjast. Arbeiðið krevur eisini eina sálarliga styrki, og at kunna skera ígjøgnum. Týdningarmikið er eisini altíð at fara eftir málinum, og ikki eftir persóninum. Tað jaliga við at verða stjóri í Føroya Banka, er at ein er við í prossesini, og er við til at taka avgerðirnar. Soleiðis, at ein hevur ávirkan á gongdina í bankanum. Revisor-leikluturin er kanska eitt sindur meira takksamur. Men tá er ein í leiklutinum, sum ráðgevi og vegleiðari. Súni vil ikki seta áramál á hvussu leingi hann verður í stjórasessinum. Men hann ætlar at leggja eitt gott arbeiðið fyri dagin, so tørvur verður á honum í P/F Føroya Banka. Í minst 11 ár?
------
Faktaboks:
Navn: Súni Schwartz Jacobsen
Føðingardagur: 24. oktober 1963 í Klaksvík
Bústaður: Norðurstíggjur 12 á Argjum
Hjúnarstøða: Giftur Anitu (fødd Solmunde) úr Søldarfirði
Børn: John Schwartz 21 ár, Jan Schwartz 16 ár, og Joan 7 ár
Útbúgvingar: HF, HH (1 ár), HA, Cand.merc.aud, ríkisgóðkendur grannskoðari
Starv: Stjóri í P/F Føroya Banka
--------
Súni um lestrarstarvið:
“Eg arbeiddi ikki nakað serligt í lestrartíðini. Eg arbeiddi tá eg var heima í feriunum. Tá arbeiddi eg t.d. á skrivstovuni hjá Nyki á Toftum, og koyrdi eg trailara og lastbil. Í sjálvari lestrartíðini setti eg fult fokus á sjálvan lesturin.”
Fartelefonin hjá Súna: HTC S620
Bilurin hjá Súna: Audi A6
Húsini: Heimagjørt snið. Byggjiárið er 1998.
Slips: Ríkiligt av teimum
Fyrimyndir hjá Súna: Tað eru allarhelst fleiri fyrimyndir ein hevur gjøgnum lívið. Tað er í ein ávísan mun tengt at lívsumstøðunum og aldrinum. Eg vil tí bert taka eina fyrimynd fram her. Tað er pápi mín. Her hugsi eg um hansara “drive”, hansara dirvi at royna nakað nýtt. Hansara evni at verða barn saman við børnum. At verða stuttligur í veitslusamanhangi, og at verða álvarsamur tá tað er neyðugt. Og ikki minst hansara fulla álit á Harran Jesus Kristus, og andaligu vegleiðingina til okkum.