Seks indiskir menn, sum vóru ákærdir fyri at hava neyðtikið eina sveitsiska kvinnu í mars mánaði, vórðu í dag funnir sekir við ein dómstól miðskeiðis í India og dømdir at sita fyri lívið. Hetta skrivar AFP sambært Berlingske.
- Allir teir ákærdu eru dømdir, og vit eru nøgd við dómin, sigur ákærin, Rajendra Tiwari.
39 ára gamla sveitsiska kvinnan og maður hennara vórðu álopin 15. mars, tá tey súkklaðu í landspartinum Madhya Pradesh. Maðurin varð bardur og bundin til eitt træ, og síðan neyðtóku illgerðarmenninir kvinnuna, áðrenn teir rýmdu við teldu og pengum.
Ógvusliga álopið er ein av fleiri málum um hópneyðtøku, sum hava varpað ljós á kvinnurættindi í India. Í einum øðrum nógv umtalaðum máli úr New Delhi doyði ein 23 ára gomul kvinna av neyðtøkuni. Ein av gerningsmonnunum, ein 17 ára gamal drongur, varð herfyri dømdur at sita trý ár í ungdómsfongsli.