Nú sigur fyrrverandi lívverjin hjá Michael Jackson, at hann gav boð um, at beiggi hansara Randi skuldi takast av døgum.
Fyrrverandi lívverjin hjá Michael Jackson hevur veruliga loyst frá posabandinum síðani poppkongurin doyði í 2009. Tann seinasta søgan hann er komin við er, at Jackson gav boð um at drepa beiggja sín Randi.
Nú sigur Fiddes, sum í dag er millióningur, at Michael bað um at fáa beiggja sín tiknan av døgum í 2005.
- Michael var í kríggj móti beiggjunum í fleiri ár. Teir royndi av øllum alvi at fáa hann at skriva undir ein sáttmála, soleiðis at Jackson Five aftur kundi gerast veruleiki, og teir kundu fara á eina rundferð, sum skuldi geva teimum 500 milliónir dollarar, sigur hann við útlendskar miðlar.
Michael var ógvuliga fjálturstungin hesa tíðina, og hevði eina rúgvu av lívverjum í sínum heimi, sigur lívverjin.
- Støðan gjørdist verri, og Randy royndi at koma inn í eitt av húsunum, sum Michael hevði leigað. Michael bað sínar lívverjan skjóta hann. Tá var hann í ørviti av øllum tí heilivági, sum hann tók. Til alla eydnu lurtaði eingin eftir boðunum, og
Randi slapp avstað í øllum góðum, sigur Matt Fiddes við The Sun.