Lady Gaga deildi videobrot hjá Sigmund

– Eg græt í einar seks tímar, sigur Sigmund Tróndheim

Fyri nøkrum vikum síðani deildi heimsstjørnan Lady Gaga eitt videobrot, sum hálvføroyski Sigmund Tróndheim hevur gjørt.

 

Talan er um eitt videobrot, har Sigmund Tróndheim dansar til ein sang hjá Lady Gaga.

 

Í nýggjari samrøðu við TV 2 fortelur hann soleiðis um hetta:

 

– Jamen tað var hæddarpunktið í mínum lívi. Tað verður ikki betur.

 

– Eg græt í einar seks tímar, sigur hann og vísir á, at hann hevur sæð upp til Lady Gaga, síðan hann var 12 ára gamal.

 

– Eg ristist beint nú. Tað er ógjørligt at lýsa. Tað er eins og um ein kristin hevði møtt gudi, sigur hann við TV 2.

 

Sí samrøðuna HER.