Ladyfire vunnu GBOB Føroyar 2008

Indierockbólkurin Ladyfire, sum spældi sítt fyrsta gig fríggjadagin, vann ársins útgávu av GBOB og skal harvið víðari at kappast í heimsfinaluni í London umframt at hann streyk avstað við eykavinningunum frá Kringvarpinum, MOMO og Simma

 

Manningin í Ladyfire telur m.a. Filip Mortensen, eisini kendur úr The Ghost, og Heina Niclasen, sum eisini er kendur úr Boys In A Band. Hann hevur sostatt vunnið føroyska GBOB annað árið á rað.

 

Nr 2 gjørdist Person við m.ø. Flóvin og Líggjas úr Deja Vu.

 

Nr 3 gjørdist eletroniska instrumentala larm trioin nin10do (NINTENDO) úr Gøtu.

 

Heimsfinalan verður 14. og 15. desember í ár í Scala á Kings Cross í London í Onglandi.

 

Filip Mortensen, sangari í Ladyfire