Eftir fíggjarætlanini skal kommunuskatturin í Havn verða 20,25 prosent næsta ár, og tað er tað sama sum í ár.
Men Annfinn Brekkstein, býráðslimur, vil hava skattin at lækka.
- Eg vil hava, at skatturin í Havn lækkar 0,25 prosent næsta ár, niður í 20 prosent, sigur hann.
Eisini heldur hann, at íløgurnar kunnu dempast nakað.
Hoyr samrøðu frá Rás2, har Hilmar Jan Hansen tosar við Annfinn Brekkstein.
´Trýst á pílin undir myndini.