Lær um permakultur í Perluni

Mette Brodersen er ein sera dugandi og íðin lærari í permakulturi úr Danmark, og í morgin greiðir hon frá í Perluni í Tórsgøtu.

 

"Velt – uttan at slíta teg ella náttúruna upp! Kom og lær um permakultur".

 

Soleiðis ljóðar yvirskriftin til eitt forvitnisligt tiltak, sum verður í Perluni í Tórsgøtu í morgin, leygardagin klokkan 13.

 

- Permakulturur snýr seg um at velta sítt egna grønmeti uttan at slíta hvørki mold, tilfeingi ella menniskju upp! Veltingarhátturin fær alt meira uppmerksemi, tí hann roynir at arbeiða við náttúruni heldur enn ímóti henni – og snýr seg um at gera burðardygga velting lætta og atkomiliga fyri vanlig fólk.

 

Sagt verður, at eitt prinsipp er, at mold hevur brúk fyri náttúrligum tøðum, so hon kann endurbyggja seg sjálva uttan at brúka handilstøð. Eitt annað, at fleirára plantur gera tað minni arbeiðskrevjandi at seta niður. Eitt triðja er at hava lokalar veltur, so maturin verður so fluttur so stutt sum gjørligt.

 

Fyrireikararnir av tiltakinum siga, at Mette Brodersen, sum fer at greiða frá, er ein sera dugandi og íðin lærari í permakulturi úr Danmark.

 

- Nú kemur hon so til Føroya at læra frá sær um sínar permaroyndir, og tiltakið verður í Perluni í Tórsgøtu í morgin.