Nú skal tað vera lættari at varðhaldsfongsla fólk, sum eru undir ákæru fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á børn. Tað upplýsir Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Sirið Stenberg, tingkvinna, hevur spurt, um nøkur ætlan fyriliggur um at broyta mannagongdir í samband við kynsligan ágang ímóti børnum. Hon sigur, at dømi eru um, at ákærdi og tann, ágangurin er framdur ímóti, fylgjast úr aftur rættinum, tí tann kærdi verður ikki fongslaður.
Tað eru eisini dømi um, at ein, sum er ákærdur fyri kynsligan ágang, fremur fleiri brotsgerðir av sama slag, ímeðan hann bíðar eftir at fara í fongsul, tí at hann ikki verður fongslaður. Tað er at revsa tann, sum er fyri ágangi, tvær ferðir, sigur Sirið Stenberg.
Løgmaður sigur, at skal ein lógbrótari, ella ein sum er skuldsettur fyri lógarbrot, fongslast, skal ákærin biðja um tað og dómarin hevur so avgerandi orðið. Og um ákærin fær viðhald, er altíð ein meting hjá dómaranum frá máli til mál.
Men í Danmark er lógin nú broytt, so at tað nú er lættari at fongsla ein, sum er ákærdur, ella dømdur fyri kynsligan ágang ímóti børnum. - Treytin er, at tað kann roknast við, at viðkomandi kann verða, ella er dømdur treytaleysan dóm við fongsul í minst 60 dagar, sigur løgmaður - Samstundis skal rætturin meta, at tann skuldsetti, ella dømdi, ikki eigur at vera fríur, til dómur fellur ella dómurin skal sitast, leggur hann afturat. Løgmaður sigur, at landsstýrið hevur havt fund við danska løgmálaráðið, har biðið varð um at fáa somu reglur settar í gildi í Føroyum.
- Tá ið hetta er fingið í lag, verður hendan reglan um at fongsla tey, sum eru ákærd ella dømd fyri álvarsligan kynsligan ágang ímóti børnum, eisini sett í gildi í Føroyum, sigur løgmaður.
|